Felagið

Venjingartíðir

Bæði kvinnur og menn venja týskvøld og hóskvøld.

Ynskir tú at spæla dystir við ÍF Føroyum, skalt tú hava leikaraloyvið uppá pláss.

Uttan limagjald, onki ÍF Føroyar. Limagjald er ein týðandi partur av rakstrinum hjá ÍF Føroyum.

Nevndin er mannað við sera dugnaligum limum.

ÍF Føroyar bleiv stovnað í 1939 og koyrir í 2022 enn við fullari ferð.

Fylg okkum á Sosialu miðlunum

Venjingartíðir:

Menn

  • Týsdag: kl. 20.30 – 21.45 í Sundbyøster Hal 2, Parmagade 2, 2300 København S
  • Hósdag: kl. 21.30 – 23.00 í Sundby Hal 1, Englandsvej 61, 2300 København S

Kvinnur

  • Týsdag: kl. 21.45 – 23.00 í Sundbyøster Hal 2, Parmagade 2, 2300 København S
  • Hósdag: kl. 20.00 – 21.30 í Sundby Hal 1, Englandsvej 61, 2300 København S

Nýggjur leikari

Leikaraloyvi til ÍF Føroyar

Fyri at kunna spæla hondbólt í Danmark, er neyðugt at hava leikaraloyvi. Leikarin hevur sjálvur ábyrgd av at leikaraloyvi verður flutt til ÍF Føroyar Hondbólt.

Leikt í Føroyum?

Leikarar, sum hava spælt dyst fyri føroyskt felag innan teir síðstu 24 mánaðirnar skulu fylgja hesi mannangongd, fyri at fáa leikaraloyvi flutt til ÍF Føroyar hondbólt:

1. Útflýggja skjal frá skúlanum, sum váttar at tú gongur har. Á skjalinum skal standa:

  • Váttan frá skúlanum at tú (navn) gongur á skúlanum og ein undirskrift frá skúlanum.
  • Byrjunardato á útbúgving og væntandi slutdato á útbúgvningini.
  • Skjalið skal vera á enskum.

2. Útfyll International Transfer skjalið!

Tey útfyltu skjølini skulu latast venjara ella nevndarlimi hjá ÍF Føroyar Hondbólti.

NB: Gamla felagið, hevur loyvi at sýta fyri at útflyggja leikaraloyvið, um spælarin er í eftirstøðu viðv. limagjaldi.

Leikt í Danmark?

Hevur tú áður leikt í øðrum felagi í Danmark, og ynskir at leika í ÍF Føroyum, setir tú teg í samband við gamla felagið og heitir á tað, um at útflytta eitt Spillercertifikat. Tá hetta er gjørt, skal tað latast til ÍF Føroyar, og er leikaraloyvið harvið sett í gildi. Gamla felagið, hevur bert loyvi at nokta hesum, um leikarin er í eftirstøðu viðv. limagjaldi. 

Skal leikari skifta úr ÍF Føroyum til annað felag, er sama mannagongd galdandi. 

Skal tú hava leikaraloyvið flutt? 

Um tú hevur spurningar ella ynskir at fáa leikaraloyvið títt flutt, vinarliga send ein teldupost til susanna@hondboltur.dk


Limagjald

Limagjaldið fyri kappingarárið 2024/2025 er 1000 kr.

Tað er møguligt at gjalda helvtina av limagjaldinum fyri og helvtina eftir vetrarsteðgin.

Minst til, at tú eisini hevur møguleika at fáa ein stuðul at gjalda títt limagjald. Um tú fært ein stuðul til ÍF Føroyar, sleppur tú nevniliga undan at gjalda limagjald. Afturfyri fær stuðulin eina lýsing á okkara heimasíðu. Nevndin vónar, at nógvir leikarar brúka hendan møguleika. Um tú fært ein stuðul, set teg so í samband við ein av nevndarlimunum, send okkum ein teldupost ella eini boð á facebook og avtala nærri.

Gjald gjøgnum netbanka

Flyt limagjaldið á kontuna hjá ÍF Føroyum: 6509-306.178.330.9, og minst til at viðmerkja navn og “limagjald”.

Hvílandi limir

Ert tú ein gamal kenningur í felagnum? Hevur tú vinir ella familju í felagnum? Ella hevur tú bara hug at stuðla hondbóltinum í ÍF Føroyum, so kanst tú gerast hvílandi limur í felagnum. Hvílandi limir gjalda 250 kr. í limagjaldi um árið, og avgera sjálvir nær og hvussu leingi teir vilja stuðla felagnum. Um tú ynskir at gerast hvílandi limur í ÍF Føroyar hondbólti, so kanst tú gjalda 250 kr. á konto: 6509-306.178.330.9 og viðmerkja navn og H-limagjald. (Um tú ikki vilt viðmerkja navn, so er nokk bara at skriva P-limagjald)

Leikarar, ið ikki fáa spælt hondbólt við ÍF Føroyar hondbólti, men sum gjarna vilja vera ein partur av felagnum, kunnu gjalda limagjald sum hvílandi limur. Tá fáa teir eisini møguleika at koma við til ymisk tiltøk sum felagið skipar fyri (m.a. jólafrokost og endaveitslu).

Evstamark og avleiðingar

Limagjaldið fyri fyrru hálvu av kappingarárinum 2024/2025 skal gjaldast áðrenn 30. september 2024. Evstamark at gjalda limagjald fyri seinnu hálvu er 15. januar 2025. Vit heita inniliga á allar leikarar um at halda hetta evstamark.

Um tú ikki hevur møguleika at gjalda ádrenn tíðarfreistina, er tó møguligt at gera eina serstaka avtalu við nevndina. Set teg í samband við Bartal, um so er!


Nevndin

Onki ÍF Føroyar uttan eina hartarbeiðandi nevnd. Í nevndini sita:

  • Ólavur Av Fløtum Mittún, formaður (olavur@hondboltur.dk)
  • Bartal Klein Olsen, kassameistari (bartal@hondboltur.dk)
  • Torstein Balle, PR (torstein@hondboltur.dk)
  • Súsanna Pálsdóttir Nólsoy, leikaraloyvir (susanna@hondboltur.dk)
  • Høgni Fríðuson Gaard, nevndarlimur
  • Silja Sámalsdóttir, nevndarlimur
  • Fríða á Dunga, nevndarlimur
  • Rune Olsen, nevndarlimur

Um felagið

ÍF Føroyar hondbóltur er hondbóltsfelag fyri føroyskar útisetar í Keypmannahavn, og sjálvstøðugur partur av ÍF Føroyum. Felagið heldur til á Amager og telur í dag tvey manslið og eitt kvinnulið. ÍF Føroyar hevur síðani byrjanina í 1939 verið heimstaður fyri føroyskar ítróttarútisetar. Fleiri ítróttargreinar hava verið partur av felagnum, og í dag eru talan um fótbólt, hondbólt og fimleik.

Manshondbólturin bleiv uppafturtikin í 2006 eftir ein fimm ára steðg. Fyrstu árini var talan um eitt manslið, men eftir trý ár við framgongd, bleiv tað í 2009 meldað enn eitt manslið til donsku hondbóltskappingina. Í 2013 bleiv eitt kvinnulið meldað til afturat, men í 2018 var einans fólk til eitt kvinnulið aftur. Sostatt er tað í dag talan um eitt kvinnulið og tvey manslið ið umboða ÍF Føroyar hondbólt.

Felagið verður rikið við limagjaldið, stuðlum og tiltøkum. Alt arbeiði í felagnum er ólønt.