Tíðindi

Tryggur sigur til 1. manslið!

    Týskvøldið 2. Oktobur leikti fyrsta mansliðið hjá ÍF Føroyum sín fyrsta dyst í kvalifikatiónsrekkjuni. Mótstøðuliðið var SG Mojn, ið dagliga leikar á Christianshavn, góðan kilometur norðanfyri heimavøllin hjá ÍF Føroyum.   ÍF Føroyar vóru uttan John Andor í Horni Sivertsen, ið er farin norður til Funnings at halda seyð og Rasmus Müller, ið […]

Tryggur sigur til 1. manslið! Read More »

Aftur í Eldin

Mikukvøldið 25. septembur leikti besta mansliðið hjá ÍF Føroyum sín fyrsta dyst í kappingarárinum 2019/20. Talan var um ein dyst í Santander kappingini, ið er nationala steypakappingin í Danmark. Mótstøðuliðið á hesum sinni var SMUT BG úr Tølløse, sum dagliga dystast í Seriu 1, ið er ein deild lægri enn Kvalifikatiónsdeildin, har ÍF Føroyar leika.

Aftur í Eldin Read More »

ÍF Føroyar klárt til nýtt kappingarár

      Nú heystið brádliga kom aftur, eftir danska summarið hevði tikið eitt síðsta tørn, eru somuleiðis flestu føroysku útisetarnir komnir aftur til Danmarkar, úthvíldir og til reiðar til nýggju lestrarhálvuna. Hetta rákið er eisini eyðsæð í Keypmannahavn, og úti á Amager hava føroysku hondbóltsleikararnir úr ÍF Føroyum funnið innanduraskógvarnar fram aftur og leitað

ÍF Føroyar klárt til nýtt kappingarár Read More »

Takk fyri í ár

Kappingarárið 2018/2019 hjá ÍF Føroyum monnum og kvinnum er nú av, og samanumtikið kann sigast, at kappingarárið eydnaðist væl hjá báðum liðum. Lítið restaði í hjá monnunum Fyrsta árið eftir niðurflyting úr 3. división í kvalifikatiónsrekkjuna, skuldi 1. mansliðið hjá ÍF Føroyum royna at reisa seg aftur. Eftir seinasta kappingarár hevði gingið heldur striltið, og

Takk fyri í ár Read More »

Sigursrøðin hjá ÍF Føroyum heldur fram

Týsdagur 19. marts. Ein tiltrongdan sólskinsdag eftir ein sera vátan marts mánaða við mestsum bara regni, skuldi 1. mansliðið hjá ÍF Føroyum aftur á vøllin at vísa sínar dygdir. Hetta var triðsíðsta umfar í kvalifikationsrekkjuni og mótstøðuliðið hjá ÍF Føroyum var Furesø Håndbold. Furesø, ið áðrenn dystin lá á einum 4. plássi, var somuleiðis seinasta

Sigursrøðin hjá ÍF Føroyum heldur fram Read More »

Tryggur sigur í Helsingør

Helsingør Håndbold stóð fyri skotum sunnudagin 10. marts, tá fyrsta liðið hjá monnum skuldi royna at leggja trýst á oddaliðið úr Ledøje-Smørum, sum hetta vikuskiftið høvdu vunnið uttan dyst. Fyrri dysturin móti Helsingør bleiv á heimavølli vunnin 33-15, men mótstøðuliðið varð ikki undirmett, tí Helsingør hevur fleiri lið í betri deildum, so leikarahópurin kann broytast

Tryggur sigur í Helsingør Read More »

ÍF Føroyar nýtt oddalið

Sunnumorgun tóku ÍF Føroyar ímóti KSI 2. Mótstøðuliðið frá Nørrebro hevur ikki havt eitt serliga gott kappingarár og lógu á einum 8. plássið við 12 stigum, so vónirnar undan dystinum vóru góðar. Verjugeneralurin og fyrrverandi H71-maðurin, Høgni Olafsson, var farin til Føroyar at hyggja eftir steypafinaluni millum Kyndil og Neistan hetta vikuskifti, sum gjørdi at

ÍF Føroyar nýtt oddalið Read More »