Tíðindi

Tryggur sigur í fyrsta heimadystinum

Týskvøldið 29. septembur skuldi besta mansliðið hjá ÍF Føroyum spæla sín annan dyst í kappingarárinum, og tann fyrsta á heimavølli. Mótstøðuliðið hesaferð var komið allan vegin úr Lollandi, og æt Rødby. Tað sást, at hetta var eitt seriøst lið, og høvdu tey við sær ein stóran hóp við nógvum leikarum, fleiri venjarum, liðleiðara og fysioterapeut.

Tryggur sigur í fyrsta heimadystinum Read More »

Kappingarárið hjá kvinnunum skotið í gongd

Eftir at kappingin bleiv niðurløgd farna kappingarár vegna Covid-19 var endiliga dystur á skránni aftur. Túrurin hendan góðveðursdag gekk til Kokkedal. Mótstøðuliðið var HUK Håndbold, sum vit ikki hava spælt móti áður og tískil ikki vistu nakað um. Allar vóru væl uppsettar til dystin og glaðar fyri at koma í flottu bláu klæðini aftur. Hópurin

Kappingarárið hjá kvinnunum skotið í gongd Read More »

Góð byrjan uppá kappingarárið hjá 1. mansliði

So var enduligani dystur aftur á skránni hjá ÍF Føroyum monnum. Eftir ein heldur vánaligan enda á seinasta kappingarár, var løtan komin at reisa seg aftur og fáa eina góða byrjan uppá nýggja kappingarárið. Fyrsta mótstøðuliðið hjá okkara monnum var HVI Himmelev úr Roskilde omegn. So sum tað fer at vera so mangan í ár,

Góð byrjan uppá kappingarárið hjá 1. mansliði Read More »

Endiliga klárt aftur til nýtt kappingarár eftir langan Korona-steðg

Eftir at hava ligið í dvala í næstan eitt hálvt ár, skal hondbólturin hjá ÍF Føroyum endiliga í gongd aftur. Korona farsøttin endaði farna kappingarári áðrenn tað var liðugt, og misti fleiri av liðunum hjá ÍF Føroyum møguleikan at spæla seg til uppflyting í hægru deild. Men hóast vit tíverri ikki kunnu siga, at Korona

Endiliga klárt aftur til nýtt kappingarár eftir langan Korona-steðg Read More »

ÍF Føroyar takkar fyri í ár

Vegna alheimsumfatandi Corona virusinum, ið hevur lagt meginpartin av Evropa lamið tær seinastu og allarhelst komandi vikurnar, eru allar kappingarnar undir 1. division hjá danska hondbóltssambandinum avlýstar, og harvið er kappingarárið 2019/2020 hjá øllum ÍF Føroyum liðum av. Hetta er sjálvandi harmiligt fyri hondbóltin og felagið, ið hevði lið við møguleika til uppflyting, men tað

ÍF Føroyar takkar fyri í ár Read More »

Kvinnurnar enda kappingarárið við at vinna á ósigraða topliðnum

Leygardagin 7. mars møtti kvinnuliðið SG Mojn København á heimavølli. SG Mojn er fremsta liðið í bólkinum, og tær hava bert mist eitt stig hetta kappingarárið, sum var ímóti okkum. Seinast vit spældu móti teimum, endaði dysturin við javnleiki, og vit vóru nú sera grammar eftir at vinna. Fyrstu minuttirnar av dystinum 7. mars legði

Kvinnurnar enda kappingarárið við at vinna á ósigraða topliðnum Read More »