Fyrsta lið hjá monnum leikti seinasta dyst í Januar mánað leygardagin 28inda. Eitt vanligt fyribrygdi í ÍF Føroyum er, at Januar er mánaðin har týdningarmikil stig vera lorkað burtur. Hetta er bæði tí allir ikki eru afturkomnir úr jólaferiu og tí jóladøgurðin setur seg í so tungt á summum. Men áðrenn dystin leygardagin var bert dysturin móti toppliðnum HIK taptur og javnaður, meðan hinir 3 dystirnir í landskappingini endaðu við sigrum og báðir steypadystirnir endaðu við stórsigrum.
So fortreytirnar í Humlebæk leygardagin móti felagnum Øresund vóru ein sigur, 2 stig og onki annað. Tó at bæði Frankies Mrdalo og evnaríkið Kvívíkingurin Niels Jákup manglaðu, so bilti ikki stórvegis. Tí aftur av sjónum var Jóhan Petur Hentze komin og hann var til dystin fús.
Fyrri hálvleikur byrjaði ótrúliga illa hjá okkara monnum, nógvir tekniskir feilir og vánalig verja úrslitaði í, at Øresund helt eina 3 málsleiðslu til pausuna. Í skiftingarrúminum fingu menn meir ella minni ein uppsang frá venjaranum Eiriki, sum ikki sørt minti um eina hugkveikjandi talu hjá Al Pacino úr filminum “Any given Sunday”. Hesi inspirerandi orð tendraðu eldin í monnum og bein harða verjan, við fleiri skjótálopum gjørdi at eftir bert 8 minuttir av seinna hálvleiki vóru okkara menn á odda við 4 málum. Øresund gjørdi eina seinastu roynd at fara upp í høga 3-3 verju (sum riggaði seinasta dyst móti okkara monnum), men ongin eydna var heldur í tí og føroysku drongirnir kundu, við einum 28-34 sigrið, kátir fara í føðingardag hjá strikuspælaranum Runa Olsen.
Næsti dystur verður leygaradgin 4. Februar kl. 13.15 á heimavølli (Sundbyøster Hallen 1) móti HK 73 Frederikssund. Hetta er toppdystur, so vit vóna at nógv hava hug at koma og stuðla.
Eftir Ólav av Fløtum Mittún