Kósin hjá monnunum gekk mánadagin tann 16. januar út til Hellerup. Dysturin var skemalagdur seint um kvøldið, so hugsast kann, at hettar hevur havt eina negativa ávirkan á hugburðin hjá liðinum. Harafturat legði HIK út við at bjóða teimum eitt kalt umklæðingarrúm, ið ikki var samanhangandi við høllini. Hóast allan hendan mótgang legði ÍF Føroyar út við framúrskarandi stríðshuga. Verjan var beinhørð og álopið koyrdi avbera væl, úrslitið av hesum var ein hálvleiksstøða har ÍF Føroyar førdu við 4 málum.
Um tað vóru teir mongu áskoðarirnir ella tað at mótstøðuliðið liggur á fyrsta plássi í deildini, sum setti eld í reyvina á monnum hetta mánakvøldið, er ringt at siga. Tó var heilt víst, at einki skuldi liggja eftir tá dysturin var av. 2. Hálvleikur gekk minni væl, báðir bakkarnir hjá HIK byrjaðu at seta allar bóltarnar í netið, tað leikaði javnt á líka til síðsta sekund. Kvøldið fekk tíverri ein tepran enda, støðan var jøvn, men HIK endar við at skora uppá eitt fríkast tá 2 sekund eru eftir av leiktíðini, sostatt gjørdist endaliga støðan 28-27. Mennirnir kundu bert troysta seg við, at teir skuldu spæla ímóti HIK minni enn eina viku eftir.
Leygardagin 21. Januar skuldu ÍF Føroyar mennirnir enn einaferð royna seg ímóti HIK, hesuferð høvdu teir heimavøll og harvið umklæðingarrúm, sum ikki fekk ein at hugsa aftur á 12-tímars vaktir í frystilastini umborð einum russiskum fragtskipi. Mennirnir vóru tendraðir, sárið var enn opið eftir tapið brátt farna mánadag.
Tað leikaði javnt á frá fyrsta bríksli. Tíðiligt var, at bæði liðini høvdu fyrireikað seg uppá ein harðan umgang. Eftir 59 minuttir og 30 sekund av einum avbera jøvnum dysti, var ÍF Føroyar aftanfyri við 1 máli. Hetta tók ungi vestmenningurin, Ólavur Av Fløtum Mittún sær av. Fyrst við eini vakrari upspæling til Tummas Paula Hanusarson, sum sleppur upp til frítt skot. Tummas Pauli megnar tó ikki at seta bóltin í málið, enn einaferð vísur Ólavur síni kynstur, við at fanga bóltin og samstundis trekkja eitt brotskast. Tummas Pauli fær í síðsta enda skotið at sita í kassanum. Dysturin endaði 25-25.
Eftir Niels Jákup Egholm