Kvinnurnar gjørdu bart í steypakappingini

Kvinnurnar spældu týskvøldið 3. umfar í steypakappingini. Mótstøðuliðið var Brøndby HK, sum spælir í 2. Div. Lagt var upp til at gestirnir úr Brøndby av tí sama vóru stór favorittar til dagsins dyst!

Brøndby leggur gott frá landi og skorar nøkur skjótálop og dekka høgt í teirra verjuspæli. Vit hava kanska heldur trupult við at finna stevið fyrstu minuttirnar, men koma skjótt á máltalvuna, og tá dysturin er 10 minuttir gamal leikar javnt á, og soleiðis skiftast liðini um at skora fram til hálvleik. Brøndby spældi væl inn til strikuna og fingu fleiri mál uppá tað, men tá Ásleyg hegnisliga smekkar bóltin innum málverjan hjá teimum 1 sekund fyri hálvleik, eru vit á odda 13-12.

Seinni hálvleikur byrjar aftur javnt, men vit spæla klókt og diciplinerað og munurin økist spakuliga. Karin á vinstra vongri snýtti sín mann fleiri ferðir, Helga kempaði seg til fleiri góð mál, Durita koyrdi á inni á strikuni. Miðverjan við Annu og Duritu stýrdu verjuni, og saman við Lív í málinum, hevði hetta við sær at tær ongantíð fótaðu sær og bert fingu 5 mál í seinna hálvleiki! Dysturin endaði 25-17 og vit eru hervið víðari til 4. umfar í Santander Cuppinum.

Eftir Annu Armgarðardóttir Brimnes