Kvinnurnar lagt frá landi

Ársins fyrsti dystur hjá kvinnunum

Ársins fyrsti dystur var á útivølli í móti Rødøvre. Dysturin byrjaði heldur rokaligt, og vit skjóta teirra málmann heldur heita! Tað leikar heldur javnt á fyrstu 15 minuttirnar av fyrra hálvleiki, men so justera vit verjuna og fáa nógv betur fatur á. Hetta ger eisini, at vit fáa fleiri skjótálop og draga tí eitt sindur frá áðrenn hálvleik. Vit koma út sum eitt óløgi til seinna hálvleik, og tá verður dysturin avgjørdur eftir fáar minuttir. Nærum allir leikarir koma á máltalvuna, og vit fara væl nøgdar á Amager aftur við einum 33-20 sigri á Rødovre!

Steypakapping

Fyrsti dysturin í steypakappingini hjá kvinnunum bleiv leiktur á heimavølli týsdagin 18. oktobur.

Greve byrjaði við eini 4-2 verju, ið vit fingu loyst við góðum mann – mann spæli, og vit leggja okkum á odda við 3-4 málum. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki byrja vit at gera nógvar tekniskar villur og brenna fríar kjansir, ið gevur Greve møguleikan til at koma inn aftur í dystin. Vit fara til hálvleiks við støðuni 15-14.

Ferðin varð sett upp so skjótt annar hálvleikur bleiv brígslaður í gongd, og hetta gjørdi stóran mun. Vit fáa nógv skjótálop og sleppa lættliga í gjøgnum teirra 4-2 verju. Tær royna eina 5-1 verju, men tað loysa vit eisini. Frástøðan økist sum hálvleikurin lýður, og vit enda við at vinna ein sannførandi 36-25 sigur.

Kvinnurnar spæla aftur 25. Oktobur á útivølli móti Ledøje-Smørum.