1.lið vann hóskvøldið á útivølli ímóti USG, sum undan dystinum lá á einum 6.plássi. Tað var sera týdningarmikið at fáa bæði stigini við heim fyri at hanga í oddaliðnum og varðveita 2.plássið, sum gevur møguleikan at spæla um uppflyting.
Vit byrjaðu sera væl og komu á odda 7-1. Saman við Pól í málinum stóð verjan sterk, álopsspælið koyrdi gott og vit fingu kontraálopini at rigga. Men so kom stígur í miðskeiðis í hálvleikinum. Teir byrjaðu at skjóta útifrá tá teir ikki sloppu ígjøgnum verjuna og tað eydnaðist sera væl, ferð eftir ferð sat bólturin okkara máli. Tá vit komu til hálvleiks var USG á odda við einum máli.
Hetta var ikki nóg gott og tað vistu vit allir og tá Helgi var liðugur við sína hálvleiksrøðu í skiftirúminum vóru allir klárir yvir at her skuldu aðrir bollar á suppuna. Vit byrjaðu aftur væl í seinna hálvleiki og fingu rættiliga skjótt arbeitt okkum til eina 2 máls leiðslu. Vit hildu hendan munin allan seinna hálvleik. Allir kempaðu væl í verjuni, og álopsspælið var til tíðir sera gott. Vit spældu okkum til nógvar fríar møguleikar og skoraðu sum oftast. Dysturin endaði 27-29 og tað kann ikki sigast annað enn at vera fult uppiborið.
Mótstøðuliðið var rættuliga sterkt, og tað var stuttligt at spæla í Otto Mønsted høllini hendan dagin. Fleiri USG-áskoðarir vóru til dystin, og av tí at høllin er rættuliga tronglig, so var tað til tíðir rættuliga nógvur larmur í høllini. Hetta tóktist tó bert at geila okkara menn enn meira upp og dysturin beiv av tí sama sera intensur.
Dagsins maður gjørdist Hanus Johansen, sum var ein brandur bæði í verju og álopi. Hann fangaði mestsum allar bóltarnar sum komu inn á strikuna og setti teir tygt í kassan.
Eik stuðlar 1.liðnum