ÍF Føroykar – Team Nørrebro 17-19 (9-9)
Fríggjakvøldið tóku kvinnurnar ímóti Team Nørrebro aftaná at hava havt frí 3 vikuskiftir í trekk. Tær føroysku kvinnurnar byrjaðu væl og vóru frammanfyri allan fyrra hálvleik, líka til síðstu løtu tá Team Nørrebro kláraði at hála seg inn á tær føroysku, soleiðis at hálvleiks støðan var javnleikur 9-9.
Tað sá út til at tær føroysku kvinnurnar høvdu stýr á tí og serliga í verjupartinum, har tær føroysku stóðu sera stinnar. Men tá seinni hálvleikur kom í gongd sá út til at tær føroysku kvinnurnar vóru merktar av tí longu dystarpausuni tær hava havt. Team Nørrebro royndi at hála tempoi úr dystinum við at hava sera long álop. Tá tær føroysku kvinnurnar byrjaðu at gera nógvar feilalveringar og ikki raka málið tá kjansurin kom, so fóru kvinnurnar frá Nørrebro fram um tær føroysku. Sjálvt um tær føroysku royndi at trýsta til tað síðsta gekk tað ikki hesuferð, og kvinnurnar frá Nørrebro stjólu øll stigini við til hús í einum málfátøkum dysti.
J&K Petersen liði var mannað av: Kristina S., Kristina T., Birita, Edith, Elin, Helena, Kari-Ann, Svava, Tordis, Turið.
Vónandi gongur betri komandi sunnudag tá kvinnurnar leika heima ímóti Freja.