Kvinnur hava tapt sín fyrsta dyst hetta kappingarárið

Týskvøldið leiktu kvinnurnar oddadyst ímóti Team Nørrebro á heimavølli. Hetta var næsti dysturin ímóti Team Nørrebro hetta kappingarárið. Hin varð leiktur á útivølli í november, har føroysku kvinnurnar vunnu 23-26, men hesaferð gjørdist talan um ein 25-28 sigur til Team Nørrebro.

Okkara kvinnur komu illa frá byrjan. Verjan stóð ikki eins væl, hon plagar. Tær sluppu lætt til skot og eisini riggaði innspælingin til strikuna væl. Vit høvdu hinvegin torført við at loysa teirra 5-1 verju og gjørdu nógvar tekniskar villur. Hálvleikstøðan gjørdist 13-18 til Team Nørrebro.

Føroysku kvinnurnar komu munandi betri út til seinna hálvleik. Verjan stóð betri, og vit skoraðu uppá okkara kjansir. Eftir eina lítla løtu høvdu vit minkað um munin til støðuna 17-19. Vit byrjaðu av álvara at fáa vónina aftur, men fingu síðani tvær útvísningar á rað og tá skrædnaði aftur. Dysturin endaði 25-28 til Team Nørrebro, sum var omaná allan dystin. Ikki kann sigast annað enn, at tær høvdu lisið uppá og vóru betur fyrireikaðar til dystin enn vit. Eitt kollektivt tap hjá føroysku kvinnunum, har eingin leikari skaraði framúr.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *