hetta er ein test
1. lið tapti á heimavølli móti Team Arresø. Team Arresø lá nummar 6 í deildini áðrenn dystin, meðan 1 liðið hjá ÍF-Føroyum lá nr. 2. Ein sigur var av stórsta týdningi hjá heimaliðnum fyri at kappast um fyrsta plássið í deildini.
Vit komu sera væl frá byrjan har Pól tók 6 av fyrstu skotinum hjá Team Arresø og vit komu framum 5-0. Tað skuldi ganga 10 minuttir, áðrenn Team Arresø fekk fyrsta málið. Men so kom øgiligur rómur í áskoðarafjøldina, leikararnar og ikki at gloyma ghettoblastaran!, ið Team Arresø hevði við sær.
Team Arresø hevði eitt ungt lið, við kvikum og ágrýtnum spælarum, og við hálvleik vóru teir komnir uppá javnt til støðuna 12-12. Seinna hálvleik byrjaði ÍF-Føroyar aftur betur, men Team Arresø vildi ikki sleppa, og tað endaði við, at Team Arresøe komu framum, eftir nakrar heldur bíligar útvísingar til ÍF-Føroyar, seinastu løtuna í dystinum. Dysturin endaði 25-27, tíverri, men allarhelst uppiborið.
Samanumtikið var hetta ikki ein góður dystur frá okkara síðu, ið var merktur av nógvum feilum og skeivum avgerðum frá leikarunum. Eftir dystin varð skipað fyri sauna í høllini, ið skuldi verða fyri at feiðra úrslitið, men tað bleiv til at summa seg eftir ein heldur keðiligan dyst. Hetta var tó ein heilt hugnalig løta, og má avgjørt endurtakast. 1. lið liggur á einum tryggum 2. plássi við 19 stigum. 3 stig eru niður til Lyngby og Amager SK, sum deilast um 3. plássið og 3 stig eru upp til Gladsaxe sum enn liggur nummar 1.
Fyri at rykkja beinleiðis upp má ÍF Føroyar nú fáa hjálp frá onkrum øðrum liði. Um Gladsaxe setur stig til móti onkrum øðrum liði, so er møguleiki fyri at síðsti dysturin í kappingarárinum, ið júst er móti Gladsaxe verður ein ordilig finala um 1.plássið og beinleiðis upprykking. Um hetta ikki hendur so mugu vit halda fast í 2. plássinum so at vit fáa møguleikan at spæla um uppfylyting í staðin.