Fyrsta mansliðið hjá ÍF Føroyum skuldi í eldin aftur eftir ein góðan og langan jólasteðg. Fyrra hálva mátti sigast at vera góðkend sum so, og høvdu menninir bert mist 5 stig í teimum undanfarnu 11 dystunum.
Mótstøðuliðið hesaferð var Hvidovre IF og tað skuldi vísa seg at vera ein sera torførur dystur.
Dysturin byrjaði við at Hvidovre IF løgdu seg á odda við tveimum málum beinanvegin og okkara menn haltaðu eftir meginpartin av hálvuni, tó so at vit megnaðu at hála okkum inn á Hvidovre og fóru til hálvleiks við støðuni 13-13.
10 minuttir inn í annan hálvleik komu okkara fram um fyri fyrstu ferð til støðuna 20-21. Hesin hálvleikurin og dysturin sum heild, var sermerktur av nógvum álopum, men ikki minst eisini nógvum miseydnaðum álopum. Ein ófantaligur dystur við høgum tempo. Verjunar hjá báðum liðunum funnu heldur aldrin stevið og var kommunikatiónin heldur vantandi.
Dysturin endaði 31-29 til Hvidovre IF og vóru føroysku leikararnir sera vónbrotnir eftir dystin.
Tað vóru ongar sólskinssøgur at skriva heim um í ársins fyrsta dysti og kunnu okkara menn prísa seg lukkuligar yvir at Tune IF, ið eru tættastu kappingarneytar hjá okkara monnum, eisini snávaðu í teirra fyrsta dysti í ár. Hetta merkir at lagnan, í mun til uppflyting, enn er í føroyskum hondum og at tað nú bert snýr seg um at bretta upp ermar og rætta uppá alt tað, ið gekk galið í hesum dystinum.
Málskjúttar:
Rasmus Müller 8, Kristoffur Kristoffersen 7(6), Hanus Christophersen 5, Ólavur av Fløtum Mittún 4, Torstein Balle 2, Andrias Sólsker 2, Andor í Horni Sivertsen 1, Bartal Klein Olsen 0