Eftir ein heldur skuffandi javnleik ímóti TIK-Taastrup 2 seinasta vikuskifti, vóru menn samdir um at hetta vikuskiftið vildu vit hava bæði stigini. Spælt varð á heimavølli leygardagin móti Hvidovre IF 2, ið vóru 5 stig aftanfyri okkum áðrenn dystin.
Sum nakað nýtt hevði upphitingarstjórin hjá okkum, John Andor, tikið hátalara við í skiftingarrúmið áðrenn dystin. Eftir millum annað eitt Metallicalag, føldu menn seg sera til reiðar at spæla dyst og gjørdi hetta eisini mun.
Tá 10 minuttir vóru spældir hevði mótstøðuliðið bert skorað 2 mál. Vit vistu allir at tað kann vera sera ringt at verja, tá mótstøðuliðið rennur skjótálop. Tí gjørdu vit ta avtalu áðrenn dystin, at vit skuldu renna so skjótt niðan í álop sum gjørligt. Hóast nakrir bóltar vórðu kastaðir út av vøllinum og í hendurnar á mótstøðuleikarunum, løgdu vit okkum á odda beinavegin. Tá dómarin bríkslaði til hálvleiks, vísti máltalvan 13-10 heimaliðið.
Í hálvleikinum varð tosað um at halda stinnu verjuna og samstundis halda ferðina niðan í álopi. Vit vóru samdir um at vit gjarna vilda vinna henda dyst, so stórt sum yvirhøvur gjørligt. Tað skuldi tó vísa seg at gerast ring at sleppa framum við meira enn 4-5 málum. Serliga var vinstri bakkurin hjá útiliðnum í málformi. Frástøðan helt sær tó, og endaliga støðan gjørdist 26-22 til heimaliðið.
1. mansliðið hjá ÍF Føroyum liggur á einum 2. Plássi, 3 stig aftanfyri FIF, ið enn hava reint borð. Komandi dystur verður leygardagin á útivølli ímóti Hillerød Håndboldklub, ið liggja triðaftast.
2. lið hjá monnunum spældi beint aftaná 1. liðið ímóti CIK úr Christianshavn, og var tað ein góð blanding av rutineraðum 2.liðsleikarum og monnum, ið heldur sjáldan vóru at síggja í bláu blusunum, men sum tó vóru eitt gott ískoyti til hópin, sum vóru til reiðar til dyst.
1. liðið hugdi at, meðan 2. liðið vísti sínar dygdir
Dysturin leikaði javnt á í stórum partum, tó vóru føroyingarnir á odda næstan alla tíðina. Mótstøðuliðið royndi í heilum at spæla bóltin inn á strikuna, og tá vóru føroyingarnir ofta kvikir at koma ímillum og fanga bóltin, og renna fram í skjótálop, og fingu teir nógv mál á hendan hátt. Orsøkin til at munurin ikki gjørdist so stórur var allarhelst, at menninir á 2. liðnum vóru eitt sindur óskarpir frammanfyri málinum og misnýttu nógvar opnar málmøguleikar, harímillum fleiri brotskøst. Í eini roynd at venda gongdini fór CIK út at mansverja tann sera vælspælandi Eindra Tróndarson Frýdal; men lítið hjálpti, føroyingarnir gjørdu sær dælt av at mótstøðuliðið var ein færri í verjuni og spældu seg væl í gjøgnum, bólturin fann ofta veg út á høgra vong, har veteranurin Leif Hákun Jacobsen aloftast setti bóltarnar trygt í netið. At enda vunnu føroyingarnir ein tryggan 23-18 sigur og eru teir komnir upp á eitt 4. pláss í sínum bólki í seriu 2.
Dagsins leikarar á 1. liðnum gjørdust Mikkjal Hansen, Bartal Klein Olsen og Hanus Christophersen, meðan Leif Hákun Jacobsen varð valdur til dagsins leikara hjá 2. liðnum.
Málskjúttar hjá 1. liðnum:
Bartal Klein Olsen 7(2), Rasmus Müller 6, Hanus Christophersen 5, Torstein Balle 3, Ólavur av Fløtum Mittún 3, Kristoffur Kristoffersen 1, Andrias Sólsker 1