So steðgaði sigursrøðin

Lagt var upp til spennandi dyst, tá ÍF Føroyar vitjaði VLI á Frederiksberg. ÍF Føroyar hevði undan dystinum verið flúgvandi og vunnið allar dystirnar og lá tískil á deildum 1. plássi við 10 stigum. VLI hevði 6 stig og kundi við sigri blanda seg í toppinum. Seinastu árini hava vit havt trupulleikar vid VLI, og hesa ferð var einki undantak.

Liðini vóru jøvn í fyrra hálvleiki og skiftust um at leggja seg á odda. Hálvleiksstødan var 13-12 til heimaliðið. Seinni hálvleikur var eins javnur og fyrri, men VLI byrjaði miðskeiðis í øðrum hálvleiki at trekkja seg 2 mál framum. Endaliga úrslitið gjørdist 30-27 til VLI.

Mótstøðuliðið var væl fyrireikað og bardust mansliga. Teir vóru væl skipaðir og tolnir og dugdu væl at gagnnýta sterku og tungu strikuna til fulnar. Harafturímóti eydnadist ikki at fáa glið á spælið hjá okkum, eins og tað hevur eydnast fyrr í ár. Ársins fyrsta tap gjørdist tískil veruleiki, og menn vórðu eftir dystin skjótt samdir um, at dysturin fer í gloymibókina og hugt verður nú frameftir.

Týskvøldið 5. november tekur ÍF Føroyar liðið ímóti Smørum í steypakappingardysti. Smørum var sterkasta liðið í kvalifikatiónsrekkjuni í fjør og rykti upp í 3. deild, har teir í ár hava klárað seg væl. Teir eru eisini væl skipaðir og hava fleiri leikarar, ið hava sera góðar tekniskar dygdir. Tí verður alneyðugt, at menn verða fokuseraðir og til reiðar frá fyrsta bríksli, um ein sigur skal hálast heim. Hóast tapið sunnudagin, hevur ÍF Føroyar liðið fingið eina sera góða byrjan á kappingarárið, og tískil trúgva vit sjálvandi uppá ein sigur í steypakappingardystinum.

 

Mál: Bartal 8(3), Torstein 6, Rasmus 4, Andrias 2, Hanus 2, Ólavur 2, Høgni 2, Andor 1

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *