Kvinnurnar fingu javnleik

AB – ÍF Føroyar 18 – 18

Sunnudagin spældu okkara gentur á útivølli ímóti AB. Tað var lagt upp til ein sera spennandi og javnan dyst. Hóast illa mannaðar góvu okkara gentur teimum kamp til strikuna.

Vit fingu eina sera góða byrjan, har serliga tað defensiva arbeiði riggaði væl, ið hevði við sær, at AB skoraði ikki fyrr enn 12 min. vóru spældir.

Okkara kvinnur spældi væl fyrra hálvleik og vóru frammanfyri við trimum málum, tá bríksla var til hálvleik.

Ì øðrum hálvleiki legði AB betur út, og tað eydnaðist teimum at javna. Herfrá fylgdist liðini allan vegin.
Tað gjørdist sera spennandi móti endanum, og tá 3. sek vóru eftir fingu vit fríkast, men tíverri eydnaðist tað okkum ikki at seta bóltin í netið. Dysturin endaði 18-18.

J & K Petersen liði spælur aftur sunnudagin á heimavølli ímóti Team Nørrebro, sum hevur 2 stig færri enn vit á stigatalvuni og hava leikt 1 dyst fleiri.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *