Aftur í Eldin

Mikukvøldið 25. septembur leikti besta mansliðið hjá ÍF Føroyum sín fyrsta dyst í kappingarárinum 2019/20. Talan var um ein dyst í Santander kappingini, ið er nationala steypakappingin í Danmark. Mótstøðuliðið á hesum sinni var SMUT BG úr Tølløse, sum dagliga dystast í Seriu 1, ið er ein deild lægri enn Kvalifikatiónsdeildin, har ÍF Føroyar leika.

Tvey nýggj andlit vóru við besta mansliðnum til útidystin, og teir báðir Bartal Klein Olsen og Ólavur av Fløtum Mittún, ið báðir koma úr Kyndli, vóru spentir at vísa fram sínar dygdir í nýggja umhvørvinum á flatlondum. Bartal er bóltsnillingur ið leikar sum spælskipari, og Ólavur er kvikur og kontantur vinstri vongur. Ólavur visti undan dystinum, at hann kom at fáa nógva leiktíð, av tí at Rasmus Müller hevur fingið ein minni snudd í knæið, eftir at hava runnið hálvmaraton fyrr í mánaðinum.

Dysturin var bríkslaður í gongd framman fyri áleið 50 heimaáskoðarum, og føroysku leikararnir vóru avgjørdir um, at her skuldi góður hondbóltur sýnast, og málmaskinan fór í gongd. Álopsspælið koyrdi væl, og føroyska liðið kom fram til fleiri góðar møguleikar, og løgdu seg eisini framum við 2 málum tíðliga í dystinum. Í verjupartinum var tað ein truplari uppgáva hjá føroysku monnunum, og tað vísti seg at serliga spælskipandi leikarin hjá SMUT BG, hevði rakt rætta spenningsstøðið til týdningarmikla steypadystin. Ferð eftir ferð smekkaði hesin skjúttin ótarnaður bóltin í føroyska málið, men hetta fekk ikki føroyska liðið at rista í buksunum. Tá ið eitt korter var leikt, megnaðu føroyingarnir veruliga at slíta seg leysar frá vertunum. Verjan strammaði eitt vet upp, og skjóta kontraspælið hjá føroyingunum tyktiskt at súgva orkuna frá heimaliðnum. ÍF Føroyar løgdu seg á odda við 6 málum, og hildu leiðsluna til hálvleiksstøðuna, 15-21.

Í hálvleikinum vóru leikarar og venjari samdir um, at álopið koyrdi sum eftir ánni, men at stórskjúttin hjá SMUT BG mátti fáa enn truplari arbeiðsumstøður, enn hann hevði í fyrra hálvleiki.
Seinni hálvleikur byrjaði, og umrøddi skjúttin hjá SMUT BG fór í gongd við helst bestu 15 minuttirnar hjá nøkrum leikara í longri tíð. Nærum alt maðurin tókst við, eydnaðist til UG. Lukkutíð koyrdi álopið hjá føroyska liðnum somikið væl, at spenningur ongantíð veruliga kom í dystin. ÍF Føroyar valdu at royna eina offensiva verju seinasta tíðarskeiðið í dystinum, og tók hetta seinastu orkuna frá heimaliðnum, og okkara lið kundi hyggja væl nøgdir upp á máltalvuna, eftir 60 minuttir vóru leiktir. 29-39 gjørdist endaliga úrslitið, og sostatt eru ÍF Føroyar víðari í steypakappingini.

Samanumtikið var hetta ein dystur ímóti einum veikari liðið, ið skuldi vinnast trygt, men óvanliga álopsspælið hjá mótstøðuni argaði føroysku verjuna heldur nógv. Bartal Klein Olsen syrgdi fyri, at ÍF Føroyar høvdu væl skipað álop ígjøgnum allan dystin, sum tá ið av tornaði tryggjaði føroyingunum sigurin.

Næsti dystur hjá besta mansliðið hjá ÍF Føroyum verður týskvøldið 1. oktobur, á heimavølli ímóti SG Mojn København.

Dagsins leikari: Bartal Klein Olsen

Málskjúttar: Bartal Klein Olsen 9(3), Hanus Christophersen 8, Ólavur av Fløtum Mittún 7, Kristoffur Kristoffersen 6, Torstein Balle 3, Andrias Berglíð Sólsker 3, Høgni Olafsson 3.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *