Nú heystið brádliga kom aftur, eftir danska summarið hevði tikið eitt síðsta tørn, eru somuleiðis flestu føroysku útisetarnir komnir aftur til Danmarkar, úthvíldir og til reiðar til nýggju lestrarhálvuna. Hetta rákið er eisini eyðsæð í Keypmannahavn, og úti á Amager hava føroysku hondbóltsleikararnir úr ÍF Føroyum funnið innanduraskógvarnar fram aftur og leitað sær inn í høllina á ávikavist Parmagade og Englandsvej, har hondbóltsvenjingar so smátt eru byrjaðar aftur.
Mansliðið byrjaði aftur at venja um hálvan august, og hóast nakrir leikarar hava vantað til venjing vegna strævnari skúlabyrjan og øðrum, so eru menninir úr ÍF Føroyum komnir heilt væl í gongd við fyrireikingunum til komandi kappingarár. Eitt sindur av útskifting hevur verið í hópinum í summarsteðginum, góðir menn eru fluttir heim, Steinar Prestá, Hallur Biskopstø og Eli Gærdum kunnu nevnast, og verður saknurin í teimum ovurstórur. Samstundis eru fleiri nýggir leikarar komnir aftrat, bæði menn sum eru fluttir úr Føroyum, og aðrir sum hava verið niðri í eina tíð, og ætla at taka sær um reiggj í ár, og fegnast felagið um góðu tilgongdina.
Leikandi venjarin frá farna kappingarári, Andrias Sólsker, hevur játtað at røkja sama leiklut aftur í ár, og eru øll helst sera nøgd við tað, eftir eitt yvirskipað heilt góðkent avrik frá 1. mansliði í farna kappingarári. 1. manslið spælir aftur í ár í kvalifikationsrekkjuni, eftir at teir tíverri mistu á stokkinum í uppflytingardysti í apríl. Málið fyri hetta kappingarárið er at fylgja sama leisti sum í fjør við at vinna flestu dystirnar og at spæla seg til uppflyting í 3. división, og eru vónirnar hjá leikarunum áðrenn kappingin er byrjað heilt góðar.
1. liðið hjá monnunum leikar sín fyrsta dyst mikudagin 25. September í steypakappingini á útivølli móti SMUT BG úr seriu 1.
Kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum hevði sína fyrstu venjing eftir summarsteðgin fyrst í september, og hóast ta eitt sindur seinni byrjanina, so bendir einki á at tær hava mist stevið, og lata tær til at vera til reiðar at herja á aftur í komandi kappingarári. Hópurin hjá kvinnunum er ikki nógv broyttur síðan síðsta kappingarár, tó so eru nakrir nýggir leikarar sum eru fluttir niður úr Føroyum lagdir aftrat hópinum, og er hetta sera gleðiligt fyri bæði felagið og kvinnuliðið. Hóast hesa góðu tilgongd so er líkt til at Brynja Høj flytur heimaftur til Føroyar eftir loknan lestur longu í oktober, og verður hetta helst ein dyggur smeitur fyri kvinnurnar, sum hava notið gott av góðu dygdunum hjá Brynju meðan hon hevur verið í felagnum.
Eftir at venjarin hjá kvinnuliðnum í farna kappingarári mátti gevast stutt fyri at venjingarnar skuldu takast uppaftur, hevur felagið við stuttum skotbrá verið noytt at leita eftir nýggjum venjara til kvinnuliðið. Hetta er eydnast, og ein danskur venjari við yvir 20 ára royndum hevur fingið kjansin sum venjari hjá kvinnuliðnum hjá ÍF Føroyum hetta kappingarárið, og hevur hetta lætt um hjartað hjá mongum í felagnum.
Kvinnurnar leika í ár í Seriu 1 eins og í farna kappingarári, tá tær vóru um reppið at flyta upp, og eins og mansliðið, hevur kvinnuliðið eisini ambitiøs mál fyri komandi kappingarár. Tær ætla sær at flyta upp í kvalifikationsrekkjuna, og um farna kappingarár var nøkur ábending, so er hetta heilt víst eitt mál sum kann røkkast.
1. liðið hjá kvinnunum spælir sín fyrsta dyst 5. oktober á heimavølli á Parmagade móti CIK 2.
Í samband við at Steinar Prestá og Hallur Biskopstø eru fluttir aftur til Føroya, má felagið við sorgblídni kunngera, at teir báðir hava verið noyddir at melda seg úr nevndini, har teir hava gjørt eitt megnar arbeiði tey seinastu árini. Í teirra stað koma tíbetur tveir ómetaliga dugnaligir og hugagóðir ungir menn, nevniliga vestmenningurin Hanus Christophersen og Torstein Balle úr Havn, ið báðir hava váttað at teir fara at gera alt teir eru mentir at betra um felagið. Teir báðir leggjast aftrat eini frammanundan dugnaligari og arbeiðssamari nevnd, sum framyvir fer at síggja soleiðis soleiðis út:
- Beinta S. Poulsen, forkvinna
- Stina av Kák Kollsker, næstforkvinna
- Rógvi Reinert, kassameistari
- Torstein Balle, PR
- Oddvør D. Lauritsen, stuðlar
- Hanus Christophersen, HRØ og leikaraloyvir
Nýggja nevndin gleðir seg sera nógv til tað stuttliga og spennandi kappingarárið sum liggur fyri framman, og vónar og ynskir at bæði kvinnu- og mansliðini fáa eitt gott ár við góðum úrslitum og hugnaligum løtum.
ÍF Føroyar vil fegin geva eina takkarkvøðu til stuðlar okkara:
- Bank Nordik
- 62 Norð
- Atlantic Airways
- Magn