Takk fyri í ár

Kappingarárið 2018/2019 hjá ÍF Føroyum monnum og kvinnum er nú av, og samanumtikið kann sigast, at kappingarárið eydnaðist væl hjá báðum liðum.

Lítið restaði í hjá monnunum

Fyrsta árið eftir niðurflyting úr 3. división í kvalifikatiónsrekkjuna, skuldi 1. mansliðið hjá ÍF Føroyum royna at reisa seg aftur. Eftir seinasta kappingarár hevði gingið heldur striltið, og at nakrar útskiftingar í hópinum vóru, var eitt heldur stórt ivamál hvussu liðið fór at klára seg, men vónirnar vóru hóast alt góðar. Fyrsta helvt av kappingini, fram til á jólum, var gjøgnumgangandi jalig, liðið vann flestu dystirnar, men spældu tveir javnar, og tapti eisini tveir aðrar, har serliga síðsti dysturin áðrenn jólasteðgin, sum endaði við stórtapi móti eventuellu vinnarunum av deildini, gav okkara monnum ein ringan smakk í munnin. Hetta bar við sær at ÍF Føroyar høvdu 7 sigrar útav 11 møguligum áðrenn vetrarsteðgin.

Hóast fyrsta helvt var góðkend, so skuldi onnur helvt av kappingini vísa seg at vera enn betri. Hevði tað ikki verið fyri óhepni í fyrsta dystinum, sum endaði við heldur vónbrótandi javnleiki, so høvdu føroyingarnir gjørt reint borð eftir steðgin, tí eftir hendan dystin gjørdu teir ikki mætari enn at vinna hinar 8 dystirnar upp í slag, og megnaðu teir at leggja veruligt trýst á oddaliðið úr Ledøje-Smørum, sum tó hevði eina ov stóra leiðslu til at føroyingarnir kundu fanga teir aftur.

Liðið endaði tí á 2. plássi við 33 stigum út av 40 møguligum, bert 1 stig aftanfyri teir fremstu. Merkisvert var, at føroyingarnir skutu heili 548 mál hetta kappingarárið, og var tað flest av øllum; eitt veruligt hál. 2. Plássið í kvalifikationsrekkjuni bar við sær, at liðið skuldi leika tveir uppflytingardystir móti liði úr 3. división, og vísti hetta seg at vera AB úr Gladsaxe.

Í uppflytingardystunum taptu føroyingarnir tíverri báðar dystirnar við bert einum málið, sum í báðum førum varð skotið við heilt fáum sekundum eftir. Marginalar og manglandi neyvleiki í avgerðandi støðum førdu við sær, at okkara menn ikki fluttu upp hesaferð. Hetta vóru føroysku leikararnir sjálvandi sera harmir um, tí teir høvdu sett nøsina upp eftir at spæla í 3. división komandi kappingarár. Somuleiðis kann sigast, at um teir ikki megna at vinna á einum av niðastu liðunum í deildini, so høvdu teir nokk havt tað trupult í næsta ár.

Hóast liðið ikki flutti upp, so vóru allir á einum máli um, at hetta kappingarárið var munandi stuttligari at spæla enn tað farna, og sjálvt um mótstøðan møguliga var eitt sindur linari, so leikti ÍF Føroyar heilt væl til tíðir, og gjørdist eisini betri sum kappingin leið. Størsta orsøkin til, at tað ikki bleiv til meir í ár er allarhelst ein manglandi breidd í hópinum, serliga í bakketuni, har tað er sera møðandi at spæla, og brúk er fyri fleiri leikarum at skifta út við. Tó hava teir sum hava spælt gjørt tað fyrimyndarligt. Málmansspælið frá Eli og Eyðfinn hevur verið heilt avgerandi í støðum, og tað hevur verið stuttligt at líta á kontramál frá Kristoffur, Rasmus og Torstein, og somuleiðis einum vælskipaðum álopi sum Hanus, Steinar og Andrias hava staðið á odda fyri. Eisini skal Høgni, kletturin í verjuni, hava stórt rós fyri sín megnar arbeiðsinnsats.

1. liðið hjá monnum takkar fyri í ár, og vissar um at fara beinhart eftir 1. plássinum komandi kappingarár.

Kvinnurnar hava tikið seg fram

Tá kvinnurnar byrjaðu at venja í august 2018 sá sera væl út við leikarum. Heili 24 gentur vóru til fyrstu venjingina, og tískil sá tað ikki út til at kvinnurnar fóru at mangla leikarar. Bára Berghamar Danielsen stóð á odda fyri liðnum í byrjanini av kappingini, somuleiðis sum hon eisini stóð á odda í fjør. Nevndin leitaði eftir einum nýggjum venjara fyri Báru, sum ikki longur hevði tíð at vera virkin venjari í felagnum. Tó vóru vit so sera heppin, at hon kortini gav sær stundir til at venja okkum og var við til dystir, tá vit høvdu brúk fyri tí. Hon hevur verið eitt sera týdningarmikið andlit fyri felagið, tí hon hevur verið í ÍF Føroyum í fleiri ár, og kennir tískil bæði til leikararnir og mentanina í felagnum.

Í oktober varð nýggi danski venjarin Daniel Fredensborg Thomsen settur í starv, og hann hevur so sanniliga verið ein stórur fongur fyri felagið. ÍF Føroyar kvinnurnar løgdu kappingarárið heldur varliga út, men eftir at jóladøgverðin var farin niður um vóru tær ikki at steðga aftur. Tilsamans hava kvinnurnar bert tapt fýra dystir hetta kappingarárið og spælt ein javnleik. Gongdin hevur verið sera góð og hvør dystur hevur verið spennandi at spælt.

Aftaná síðsta dystin í kappingarárinum endaðu vit á einum uppibornum 2. plássið, men hóast hetta framúrskarandi úrslit, so vóru kvinnurnar eitt sindur skuffaðar inn á seg sjálvar eftir endaliga úrslitið; tær vóru bert tvey stig frá at enda á fyrsta plássið og somuleiðis flyta upp í kvalifikatiónsrekkjuna. Tískil verða kvinnurnar verandi í serie 1 í næsta ár, men nú við einum enn størri vilja eftir at flyta upp eftir næsta kappingarár. Hetta verður høvuðsmálið hjá venjaranum og bjartskygdu kvinnunum.

Til ber at leggja afturat, at kvinnurnar hava, eins og menninir, skorað flest mál í deildini (446 mál).

Takk fyri í ár

Vit vilja við hesum takka fyri í ár. Takk til leikarar, venjararar og áskoðarar.

Ein stór tøkk skal eisini ljóða til okkara stuðlar:

  • Bank Nordik
  • KJ Hydraulik
  • Atlantic Airways
  • Mest
  • Føroya Bjór
  • Magn

Vit síggja longu fram til komandi kappingarár. Venjingarnar hjá kvinnunum og monnunum byrjað aftur seinast í august/fyrst í september.

ÍF Føroyar framá!

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *