ÍF Føroyar nýtt oddalið

Sunnumorgun tóku ÍF Føroyar ímóti KSI 2. Mótstøðuliðið frá Nørrebro hevur ikki havt eitt serliga gott kappingarár og lógu á einum 8. plássið við 12 stigum, so vónirnar undan dystinum vóru góðar. Verjugeneralurin og fyrrverandi H71-maðurin, Høgni Olafsson, var farin til Føroyar at hyggja eftir steypafinaluni millum Kyndil og Neistan hetta vikuskifti, sum gjørdi at verjan ikki var eins og stinn, sum hon hevur verið higartil í kappingini.

Fyrri hálvleikur var ikki góður fyri ÍF Føroyar. Konsentratiónin var ikki til staðar, sum hevði við sær at leikarnir ikki megnaðu at skora uppá púra opnar møguleikar, hóast tað ikki var alt ov trupult at spæla seg til góðar málmøguleikar. Í verjuni gekk heldur ikki væl. Verjan var ikki nóg skjót til at stegða álopsspælinum hjá KSI 2, og teir fingu møguleika at skjóta tætt at verjuni uttan eina takling, sum førdi við sær at flestu skotini hjá KSI 2 fóru í mál.

Hálvleiksstøðan gjørdist 18-15 til KSI 2.

Í hálvleikinum var tosað um at koma upp í gear. Vit høvdu hóast alt skorað 15 mál og harav brent fleiri skot. Vit gjørdu av at koyra nøkur strukturerað álop frá byrjan í seinna hálvleiki og stramma alvorliga upp í verjuspælinum.

Byrjanin av seinna hálvleiki gekk sera væl. ÍF Føroyar legði seg á lodda við 3 málum aftaná stutta tíð. Tó byrjar orkan at ganga undan, sum ger at KSI 2 megnar at berja seg inn aftur, tó so at ÍF Føroyar hevur eina 1-2 málsleiðslu allan seinna hálvleik.

Teir síðstu 7 minuttirnar mansverja KSI 2 Hanus og Steinar. Kristoffur, Torstein, Andrias og Rasmus megna at halda høvdið kalt hesar síðstu minuttirnar og skora uppá møguleikarnar.

KSI 2 harafturímóti megnaði ikki at halda høvdið kalt og blakaði ferð eftir ferð bóltarnar burtur í avgerandi minuttunum. Úrslitið av dystinum gjørdist 34-32 til ÍF Føroyar.

Í skrivandi stund eru ÍF Føroyar á odda í kappingini við 1 stigið, tó so at LSH hevur leikt ein dyst færri.

 

Málskjúttar vóru: Rasmus 9, Steinar 8, Kris Kros 6, Torstein 5, Hanus 4, Andrias 2

Dagsins leikari gjørdist: Rasmus

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *