Næstved/Herlufsholm – ÍF Føroyar 26.01.2017
Skriva hevur: Andrias Solsker
Hóskvøldið 26. Januar var so aftur dystur hjá ÍF Føroyum, hesaferð í steypakappingini. Mótstøðuliðið var Næstved/Herlufsholm, sum eisini hevði heimavøll hendan dagin. Næstved/Herlufsholm spælir í somu deild sum ÍF Føroyar, og seinastu ferð liðini møttust gjørdist úrsliti 27-21 til føroysku garparnar. Hóast long tíð er síðan síðsta sigur, fóru leikarnir tí bjartskygdir avstað til Næstved.
Dysturin gjørdist sera spennandi og endaði í yvirtíð, men meira um tað seinni.
Bæði liðini komu væl frá byrjan og tað leikaði javnt á, so at siga allan dystin. Liðini fóru til hálvleiks við støðuni 12-11. Sum so mangan áður, kom ÍF Føroyar sera illa frá byrjan í seinna hálvleiki og nógv orka skuldi til fyri at hála inn á mótstøðuliðið aftur. Men ein góður stríðsandi hevur mynda liðið seinastu tíðina, hóast keðiligu úrslitini, og hevði hetta við sær at liðini komu á javnt ímóti dystarenda. ÍF Føroyar hevði allar møguleikar at taka ein sigur við til hús, men trý brend straffi í seinna hálvleiki, gera tað trupult at vinna. Í síðstu minuttunum, tá ið tað stendur á jøvnum liðini ímillum, fáa Næstved eina útvísing. ÍF Føroyar fáa nú ein gyltan møguleika at gera enda á mótstøðuliðnum, men illa vildi. Fleiri tekniskar villur, og tann obligatoriski dómarafeilurin, vildi tað øðrvísi og dysturin endar í yvirtíð.
ÍF Føroyar byrjar við bóltinum, og Næstved hevur framvegis nakað av tíð eftir av útvísingini. Men illa gongur við at fáa mál hesa løtuna. Næstved megnar so at koma eitt mál framum, og klára so at siga at halda hesa leiðsluna, restina av tíðini sum er eftir. Úrsliti gjørdist ein 35-33 sigur til Næstved. Longu sunnudagin skulu menninir hjá ÍF Føroyum aftur til Næstved at spæla, har ið tað er talan um ein landskappingardyst. Sum legendan í ÍF Føroyum, Rói Lamhauge, sum nú tíverri er fluttur heim á klettarnar aftur segði: “Nú er januar mánaði skjótt liðugur og jólagásin/-dunnan runnin vekk, so nú man fara at ganga betur!”.
Næstved/Herlufsholm – ÍF Føroyar 29.01.2017
Skriva hevur: Steinar Prestá
Sunnudagin 29. januar gekk leiðin aftur til Næstved at spæla móti Næstved/Herlufsholm – fyri aðru ferð uppá fýra dagar. Fyrri dysturin endaði við javnleiki, og eftir longda leiktíð taptu vit og komu tískil ikki víðari í steypakappingini.Hesu ferð var tað landskappingardystur, og menn vóru á einum máli um, at tað var meira umráðandi at vinna hendan dystin enn tann fyrra.
Dysturin skuldi spælast í Herlufsholm Idrætscenter, men av tí at ein fjøl í gólvinum mitt á vøllinum brotnaði, máttu vit skifta høll. Dysturin bleiv tí spældur í nýggju, stásiligu høllini “Arena Næstved”. At hetta var fjórði dystur uppá átta dagar sást á okkara leikarum. Breiddin á hópinum var eitt sindur viknað vegna skaðar o.a., men hóast hetta fylgjast liðini í fyrra hálvleiki, og støðan í hálvleikinum var 11-11.
Byrjanin á seinna hálvleiki merkti av álvara restina av dystinum. Eins og í nógvum øðrum dystum, so hava vit eina periodu, har vit slett ikki eru við.
Beinanvegin í seinna hálvleiki gera vit nógvar tekniskar villur og sova í verjuni og koma aftur um við fimm málum. Restina av dystinum renna vit aftaná mótstøðumonnunum fyri at royna at hála inn á teirra leiðslu. Spælið bleiv eitt vet betri, men tað rakk tíverri ikki til nakað stig á hesum sinni. Næstved/Herlufsholm fer avstað við báðum stigunum og vinna dystin 28-25.
Í skiftirúminum eftir dystin eru vit samdir um, at víðagitna “Januar-er-ein-lorta-mánaði”-teoriin enn er galdandi eftir 0 stig í januar, meðan vit royna at finna inspiratión í HM-finaluni millum Noreg og Frakland. Tað er onki annað at gera enn at hoppa upp á hestin aftur!
Dagsins leikari gjørdist Rókur við 4 atkvøðum, meðan Leif Hákun, Tóraldur og Tróndur fingu 2 í part.
Team Sydhavsøerne – ÍF Føroyar 05.02.2017
Skriva hevur: Kristjan Dulavík
Sunnudagin 5. februar skuldu vit tað longu leið til Rødby. Ein líltil bussur var leigaður til høvið og fóru vit avstað hugagóðir og vónríkir.
Komnir til Rødby vóru vit móttiknir av einum føroyingi, ið búði har í býnum og hann stóð fyri tónleikinum í høllini. So til upphitingina hoyrdu vit fleiri føroyskar sangir.
Dysturin byrjaði við at Sydhavsøerne runnu okkum um koll, har teir fingu eina rúgvu av løttum kontramálum. Samstundis gekk okkara álopsspæl ikki sum vit ætlaðu okkum, og tískil komu teir frammum vit nøkrum málum og hálvleikstøðan var 17-10.
Í hálvleikinum vóru menn ógvuliga skuffaðir og frustreraðir, men har var ikki annað at gera, enn at fara út og kempa alt tað vit megnaðu.
Vit løgdu øgiliga væl út, og fingu innheinta nøkur mál beinavegin. Verjan stóð betur, kontraspælið gekk betur og vit fingu meira burturúr í álopsspælinum. Miðskeiðis í 2. hálvieiki var støðan 22-20. Eftir hetta stóð hart á, har vit valdu at fara longur fram at verja og hetta riggaði heilt væl. Tá støðan var 31-30 og eini 15 sekund vóru eftir stórbjargaði Lars einum skotið hjá teimum, men vit fingu tíverri ikki nakað burturúr og taptu tískil 31-30.
Hósast eitt tap, so kunnu leikarirnir vera væl nøgdir við avrikið í 2. hálvleiki, og um vit spæla tað spælið skuldi sæð gott út til næsta dyst, sum er hóskvøldið 9. februar móti Rødovre HK.
Málskjúttar: Tróndur 8, Eirikur 8, Rókur 4, Kristoffur 3, Hallur 3, Steinar 3 og Kristjan 1
Dagsins leikari var Tróndur Kragesteen.