FIF – ov stórur biti at gloypa.

ÍF Føroyar – FIF

Fyrsta mansliðið hjá ÍF Føroyum  hevur fingið eina ógvuliga óstøðuga byrjan uppá hetta kappingarárið. Liðið hevur fingið 8 stig út av 20 møguligum, og hevur inntil víðari ikki vunnið tveir dystir ár rað. Hesa gongd vildu mennirnir gjarna broyta sunnudagin, hóast teir vistu at tað fór at gerast torført. Mótsøduliðið sunnudagin var FIF frá Fredriksberg, sum undan dystinum hevði fult stigatal.

ÍFF kom á odda 1-0, men var hetta einastu ferð at føroyingarnir førdu í dystinum. FIF svaraðu skjótt aftur, og áðrenn long tíð var liðin vóru fredriksbergbúgvarnir frammanfyri 6-2.  Føroyingarnir høvdu tad ógvuliga torført fyrstu løtina av fyrra hálvleiki, og eina løtu var FIF frammanfyri við heili átta málum. Serliga vóru tad nógvu tekniskufeilirnir sum kostaðu føroyingunum. Harumframt hevði verjan stórar trupuleikar við at halda mótstøðuliðinum frá at skora. Tó fekk ÍFF betri stýr á spælinum í endanum af fyrrahálvleiki, og megnaðu at minka um munin, so at hálvleikstødan ‘bert’ var 15-10 til FIF.

Seinni hálvleikur byrjaði eins og fyrri. FIF fekk nøkur skjót mál og skjótt var munurin aftur átta mál. Tá id seks minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, fekk stóri málslúkarin hjá ÍFF hetta kappingarárið, Eirikur Simonsen, beinleiðis reytt kort. The Punisher, sum hann eisini verður nevndur, straffaði ein fredriksbergbúgva  so hart, at danska dómaraparið valdi at geva sørvinginum ‘matchordrar’.

Sum seinni hálvleikur leið, komu føroyingarnir betur við, og tá id 29 minuttir vóru spældir av seinnahálvleiki , var málmunurin minkaður nidur í fýra mál. Síðsta minuttin fekk FIF tó tvey mál, so at endaliga stødan gjørdist 24-30.

 

Samanumtikið kann sigast, at ÍFF spældu alt ov illa til at kunna fáa nakað burtur úr einum dysti, har mótstødan er so sterk. Fyri at finna nakað jaligt at siga um dystin, so kann nevnast, at føroysku mennirnir ongantíð góvust at berjast, tí gjørdist talan ikki um eitt stór tap.

 

Málskjúttar: Eirikur 3, Rókur 4, Rósing 3, Tróndur 3, Steinar 3, Hallur 4, Teitur 3

 

Dagsins leikari: Stoynar ‘Lítli Prestur’ Prestá

Høvuðsstuðul hjá ÍF Føroyum er BankNordik

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *