Fyrstu stigini í hús!

ÍF Føroyar – Herlev/Hjorten

Liðini fylgdust væl allan fyrra hálvleiki, tó við ÍF Føroyum á odda við 1-2 málum allan vegin. Fyrri hálvleikur var merktur av, at verjan hjá ÍF Føroyum stóð væl, men returrenningin vantaði til tíðir. Hetta hevði við sær, at Herlev/Hjorten fekk nøkur løtt mál. Tað stationera ÍF Føroyar álopið riggaði væl – serliga bakspælararnir fingu nógv burturúr og komu til skot so gott sum hvørja ferð. Hetta gav ÍF Føroyum eina leiðslu á 12-11 í hálvleikinum. 2. hálvleikur helt somu gongd sum fyrri til miðskeiðis í hálvleikinum; ein góð verja, saman við nøkrum bjargingum, loysnaði upp fyri kontraspælinum, ið hevur vantað í dystunum frammanundan. Hetta gav millum annað Rósing nøkur mál, so ein 2-4 málsleiðsla til ÍF Føroyar kom burturúr. Hendan leiðsla bleiv hildin til dystarenda, tá úrsltið var 28-25.

Alt í alt ein góður dystur fyri ÍF Føroyar, har nakrir av teimum feilum frá dystunum frammanundan  blivu rættaðir, soleiðis at fyrstu 2 stigini í 2. division nakrantíð komu í hús. Dagsins leikari bleiv Eirikur, sum við 8 málum hevði ein stóran leiklut í sigrinum.

Málskjúttarnir vóru:

Eirikur 8, Rósing 5, Tróndur 4, Hallur 3, Jóannes 3, Rói 2, Andrias 2, Janus 1.

Høvuðsstuðul hjá ÍF Føroyum er BankNordik

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *