Fyrsti dystur hjá 1. mansliðnum

ÍF Føroyar spældi sín fyrsta landskappingardyst í dag, móti nummar trý frá 2. div. síðsta ár, Hvidovre IF. ÍF Føroyar legði væl út frá byrjan, har vit førdu aftaná tað fyrsta korterið 9-7. Men so stegaði upp. Verjan stóð minni væl saman við málmonninum, og álopispælið var óskipað og illa sett up, so Hvidovre frá til hálvleiks við einari 5 máls leiðslu.

Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrsti hálvleikurin, ÍF Føroyar kom væl frá byrjan, og minkaðu um munnin, so tað bara var pluss tvey til Hvidovre aftaná 40 minuttir. Men so var sama søga aftur, og Hvidovre fekk runnið frá okkum, og fingu eina 6 mál leiðslu. Tá 6 min vóru eftir, var støðan 24-22 til Hvidovre. ÍF Føroyar vóru oman á, men tá á stóð, tóku vit ikki av. Vit blaka bóltar burtur, leikarar skjóta 2 metrar uppum, meðan hinir skora uppá sítt.

Fyri at taka samanum spældu vit ein fínan dyst, um hugsa verður um upptaktina til kappingina, meðan Hvidovre IF skulu hava rós fyri at spæla øgiliga disciplinerað, sum gjørdi tað trupult fyri ÍF Føroyar.

 

Dagsins leikar: Eirikur Simonsen

 

Málskjúttar: Eirikur Simonsen 8, Jóannes Prestá 6, Tróndur Kragestenn 2 , Rósing Rasmusen 3, Andrias Sólsker 2, Rógvi Sørensen 1, Rói Lamhauge 1, Hallur Biskopstø 1.

BankNordik er høviðsstuðul hjá ÍF Føroyum

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *