Stórsigur á Frederikssund (16-27)

Ein vakran várdag í mars mánaði fór manningin úr ÍF Føroyum norð at møta liðið úr Frederikssund (HK 73). Ferðalagið taldi 10 mans og 2 bilar vóru funnir fram til høvi. Lagið var av tí besta, tó so at ein av verjuprinsunum hevði tikið sær í so nógv til í seinasta dysti, at ein mótstandari endaði á gólvinum. Hetta førdi eina karantenu við sær, og Rói ‘Savage’ var tí verðandi heima á sólklædda Islands Brygge. Tað hoyrdist fleiri gøtur burtur at vektirnar blivu straffaðar á tí lokala Fitness World. Tummas ‘The Hammer’ Pauli var farin at royna síni kynstur á alpunum hendan dagin og var tískil heldur ikki við. Sum so ofta verður tikið til, so kemur maður í mans stað. Andrias Sólsker bjóðaði seg fram, og hansara partur sást serliga aftur í verjuni, har hann helt vinstra bakkin hjá HK 73 í sera tøttum snóri. Jákup ‘The Puppy’ Apol var eisini komin við, og hansara innsatsur var sjónligur gjøgnum dystin við góðum spælið og nógvari ferð. Apol kvitteraði við tveimum kanónskotum.

 

Komnir fram til høllini var gjørt skjótt av við fyrireikingum, peptalk og upphiting. Várið var komi og tað góða lagið merktist á monnunum sum endiliga hava ryst veturin av sær. Menn vóru lættir á fótum, fóru inn á vøllin og løgdu hart út við einari 3-2-1 verju. Tað sást aftur á stigatalvuni tí tá 20 minuttir vóru farnir høvdi HK 73 ikki fingið fleiri enn 3 mál. Menn bardust sum úlvar á skóg, men tann høgi intensiteturin tók eisini sín toll, tí seinastu 10 minuttirnir fingu mennirnir úr Frederikssund eitt luftrúm har teir fingu 9 mál.

 

Seinni hálvleikur byrjaði sum tann fyrsti. Hildi var fast í 3-2-1 verjuni, tí um tað var strævið fyri okkum, so kostaði tað enn meira hjá mótstøðuni, orkan fór undan HK 73 og ÍF Føroyar mennirnir runnu ein tryggan 16-27 sigur heim í hús. Dysturin var undirhaldandi fyri bæði spælarar og áksoðarar og var merktur av nógvum góðum detaljum.

 

Eftir eru tveir dystir ið eru móti ávíkavist topliðnum Ajax og Team Nørrebro. Um báðir dystirnir eru til okkara ‘favør’ fær ÍF Føroyar eitt fyrsta pláss í 3. División og harvið skriva søgu.

 

Tað merkist á monnum at endin á hesum kappiongarárinum er nær, og tað er upp til okkum sjálvar um vit ætla at enda á ovastu rók og sostatt flyta beinleiðis upp í donsku 2.división. Her skal nevnast at tað er við blandaðum kenslum hvussu liðið hevur tað við at rykkja upp. Eitt er at allir hava tann rætta vinnara hugburðin og at einki minnið enn eitt fyrsta pláss er góðtikið. Annað er hvussu hetta ferð at ávirka eitt felag sum ÍF Føroyar, sum av náttúrligum orsøkum er eitt dynamisk felag við stórari útskifting. Tað fylgir eisini ein størri fíggjarlig byrða at verða við í 2.división. Størri gjald fyri luttøku, dómaragjaldið er tvífalt, økt kapping krevur økt venjingarstøðið frá liðnum og teimum kostnaðum sum eru av tíð og peningi. Eingin ivi er um at fólk eru til dystin fús, men hvussu tað verðuliga kemur at síggja út vita vit ikki fyrr enn vit hava roynt tað.

 

Eitt er tó vist – vit vilja meir enn fegnir bjóða ta øktu avbjóðingina frá 2.división á gátt her hjá okkum sum tað ovasta harrahondbóltsliðið á Amager!

 

Dagsins maður gjørdist Lars Larsen Black

Málskjúttar: Bogi G. Davidsen 7, Tróndur (Kettan) Kragesteen 5, Jóannes Prestá 5, Bjarti Hansen 3, Rókur við Akralíð 3, Jákup Apol, Janus (Djús) Sørensen 2, Lars Larsen Black 1

 

Eik stuðlar besta mansliðið!

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *