Dysturin móti KSG var merktur av, at vit brendu illa tá vit vóru leysir við málmanninum, í minsta lagi 10 “fríleyparar” vóru tiknir av teirra aftasta leikara. Tá slíkt sker, er tað ofta strævið at vinna sær eina leiðslu og so var eisini. Hví so var, at vit brendu so illa, heldur undirritaði vera orsakað av manglandi orku, og harvið manglandi yvirskoti og yvirblikki í dystinum. Tað er ongantíð serliga kveikjandi at skriva um taptan dyst, men nevnast kann, at endin av dystinum var eitt sindur serligur. Støðan var 25-24 til okkum móti dystarenda, sostatt skoraði mótstøðuliði tvey mál til síðst. Næstseinasta málið til 25-25 var eitt málmannsdrop, eins og vit kenna tað úr premierleague, meðan seinasta málið var skorað frá 3-metur linjuni, tá tíðin var farin. Teir settu strikuna fram at skjóta, og hesin var ein stórur drongur, góðar 2 metrar langur og vektin var eisini har, sum á læknamáli verður rópt yvir miðal. Tá eg spurdi hann, um hol var í múrinum, svaraði hann við einum stórum smíli “det ved jeg sgu ikke, jeg lukkede bare øjnene og lod hammeren falde”. Hóast eitt flott mál, varð tað eitt keðiligt tap.
Eitt sindur um venjingina síðani tá kann sigast, at Tróndur hevur funnið nýggjar venjingarleistir fram eftir hetta. Menn eru deildir í tvey lið, ið skulu leika fast móti hvørjum øðrum ta næstu tíðina. Spælt verður um ein rammu av bjóri til hvørja venjing. Teir sum manna liðini eru (av 1. liði): á Team Griffendor: Rani, Tróndur, Eirikur, Jóhannes, Steinar, Andrias og Mikkjal/Eyðfinn. á Team Slytherin: Bogi, Janus, Tummas P., Hallur, bjarti, Rói og Lars. Higartil hevur tað verið júst sum eftir bókini, Team Slytherin hevur tikið av tí mesta. Men, sum eisini bókin leggur upp til, so fer Griffendor væntandi at venda gongdini, tí tað góða vinnur altíð á tí ónda, í øllum førum í ævintýrum.. Góða eyðnu til allar menn framyvir. Í skrivandi løtu, so hava vit eitt fyri framman, Team Amager Leygardagin, og vit gleða okkum. Tað verður í Sundbyøster Hallen, at dysturin verður spældur.
Málskjúttar:
Eirikur 8, Jóannes 6, Janus 3, Rói 2, Hallur 2, Bjarti 2, Tróndur 2, Tummas Pauli 1, og Rani 1.
Dagsins leikari: Lars Larsen Black
Eik stuðlar besta mansliðið!