Nú er ÍF Føroyar á fyrsta plássi!

Fyrireikingarnar til toppdystin móti 2. liði hjá Ajax vóru ikki optimalar. Vit høvdu ikki møguleika at venja í høll hesa vikuna, tí val um retsforbeholdet var 3. desembur. 
Verjuskansin og liðskiparin Rókur Akralíð møtti ókliptur og við ongum ” headband”, leikandi hjálparvenjarin, Janus Sørensen, var farin til London á shopping túr við mammuni. Tann trúfasti vinstri vongurin, Sir Rani Ellingsgaard, var farin heim til Føroya(eingin almen frágreiðing, men leysar søgur siga at hann ikki er nøgdur við matgerðina hjá konuni) og leikandi venjarin, Tróndur J. Kragesten, fór á eitt romantisk vikuskifti saman við unnustuni, Edith, hesa ferð á Hilton í Berlin, men ímóti øllum oddsum náddi hann at koma til dystin.

Íf Føroyar komu væl frá byrjan í dag. Verjan og Lars stóðu seg væl ímóti unga Ajax liðnum, og í álopinum stýrdi Tróndur, har hann setti spælið væl upp, og vit vóru allatíð frammanfyri við 2-3 málum. Seinastu 10 min. í fyrra hálvleiki vóru minni góðir. Álopið koyrdi ikki, vit blakaðu ov nógvar bóltar burtur og brendu illa. Tann keðiliga gongdin í álopinum helt fram teir næstu 10 min. í seinna hálvleiki, men so kom vend í. Íf Føroyar leikararnir komu upp í ferð, og skoraðu uppá kjansirnar, meðan verjan saman við Lars strammaði upp, so Ajax at enda ongan kjans hevði.

Tað endaði við einum tryggum sigri til Íf Føroyar, sum hendan dag alt í alt spældi ein góðan dyst, serliga tá hugsað verður um fyrireikingarnar til dystin.

Man of the match var Lars Black(50% í bjargingarprosent) og honum næstur var Jóannes Prestá, sum skeyt 7 mál.

Eik stuðlar besta mansliðið!

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *