Ein kaldan mikudag seinast í novembur mánaða skuldi 1.lið hjá ÍF Føroyum møta liðnum HHF úr Helsingør, ið traðkaðu á Amagerkanska jørð á fyrsta sinni hetta kappingarárið. Sum vanligt, tá dystur eru mitt í viku, so skuldi eitt sindur eyka til fyri at rætta ‘mind-settið’ til ein dyst, og serliga móti einum liðið ið liggur heldur niðarliga á stigatalvuni. Tað bleiv tó alt skjótt gott við einum stuttum, men greiðum ‘peptalk’ frá venjaranum Tróndur, eisini róptur The Catman í dagligari talu. Talan gekk á leið soleiðis: Hita upp, far inn, sparka reyv og takið tvey stig heim!
ÍF Føroyar løgdu væl út við discipleneraðum spælið, og vóru fáar ella ongur villur at hóma. Verjan hevur upp í móti desembur mánaða byrja at peila seg inn aftur á røttu kós. Hetta bleiv skjótt umsett til fleiri mót álop, sum eydnaðust sera væl – Bæði 1. og 2. bylgja. Serliga blivu nógvir bóltar sendir út til høgra veingin, Bjartur ‘The Flash’ Hansen ið kvitteraði við 9 málum. Álopsspælið gekk gott og vóru tískil málini deild millum allar leikarar. Tó fingu strikuspælararnir, sum annars telja fyri um 6-10 mál hvønn dyst, meira at gera við at stuðla bakkunum til skot heldur enn at taka móta avleveringum. Sum tað leið móti hálvleiki førdi ÍF Føroyar trygt við 6-7 málum.
Seinni hálvleikur byrjaði sum tann fyrsti, har verjan tók ábyrgd, og mótstøðumennirnir gjørdi alsamt fleiri tekniskar villur. Tað hendi tó at menn fingu blóð uppá tonnina og summir blivu tískil yvirtendraðir. Serliga vildi Jon Snow aka Rókur Akralíð skara burturúr, men endaði við at verða útvístur. Hetta hendi um 16-18 minuttir inn í seinna hálvleik tá støðan stóð 25-19 til ÍF Føroyar. Mennirnir byrjaðu at taka sær eitt sindur av løttum tá liðið var fult mannað aftur, og koyrdu sostatt sigurin trygt heim. Hetta sjálvt um úrslitið vísti 30-28 við dystarenda, var sigurin aldrin í vanda. Mennirnir sparkaðu sostatt reyv og tóku tvey stig.
Sostatt hevur dysturin verið ein útmerkað upphiting til top-brakið millum ÍF Føroyar og Ajax København.
Mál: Bjarti 9, Jóannes 5, Janus 5, Tummas Pauli 3, Tróndur 2, Rani 2, Eirikur 2, Rói 1
Dagsin leikari gjørdist Bjarti Hansen.
ÍF Føroyar takkar Eik Bank fyri stuðulin.