Hillerød – ÍF Føroyar
Eftir at hava tapt steypadystin í vikuni, var ætlanin at 1.liðið hjá monnunum skuldi reisa seg aftur við at vinna á útivølli móti Hillerød Håndbold sunnudagin. Tað skuldi tó vísa seg, at liðið í staðin fekk enn eitt tap við sær tann langa vegin heim á Amager.
Dysturin byrjaði javnt, liðiðni skiftust um at fáa mál, og munurin á liðunum var ikki stórur. Nakað út í fyrra hálvleik fáa vit heldur nógvar útvísingar, sum Hillerød útnyttar sera væl. Teir fáa mál, tá ið teir eru í álop, og straffa okkum beinavegin við kontra tá ið vit ikki fáa bóltin inn. Tað gjørdi at hálvleiksstøðan var 17-10 til Hillerød.
Í hálvleikinum var avtalað, at vit máttu taka okkum saman og fáa gongd á okkara spæl. Vit vóru 7 mál aftanfyri, men dysturin var als ikki liðugur. Avgjørt var, at fara fram í eina 3-2-1 verju og koyra skjótt fram, og við hesum broyta dystargongdina soleiðis at vit straffaðu teirra feilir. Sigast má, at tað riggaði væl. Verjan og málmaður stóðu væl, meðan vit fingu fleiri løtt mál. Vit byrjaðu at eta av leiðsluni hjá heimaliðnum. Eftir eina løtu var støðan 22-22 og seinni eisini 24-24. Men tá gekk ikki longur. Vit vóru ikki nóg avgjørdir og fingu ikki mál teir seinastu minuttirnar, meðan heimaliðið fekk 2 mál. Endaliga støðan gjørdist tí 26-24 til Hillerød.
Eftir dystin vóru menn ikki nøgdir við egið avrik, tí hetta er eisini eitt lið, sum vit eiga at vinna á. Ein blanding av at mótstøðuliðini eru eitt vet betri, og at vit allir spæla eitt sindur verri í ár ger, at hetta er annar dystur í 3. Division, ið liðið hevur tapt í ár. Áðrenn venjingina mánadagin møttust leikararnir fyri at eftirmeta dystin og gongdina í ár. Har fingu vit eitt gott og konstruktivt prát, sum vit vóna verður við til at venda gongdini. Tað er bert Ajax, sum hevur fult stigatal, so enn er avgjørt nógv at spæla fyri.
Málskjúttar vóru:
Rókur 6
Tummas 4
Bogi 3
Bjarti 3
Tróndur 2
Jóannes 2
Kristoffur 1
Rani 1
Rói 1
Rókur gjørdist dagsins leikari við 5 atkvøðum.
Eik stuðlar besta mansliðið!