1. kvinnulið leikti javnt

Hóskvøldið 23. oktober tók Tårnby HK ímóti 1. kvinnuliði felagsins. Undan dystinum høvdu bæðini liðini leikt tveir dystir, ein sigur og eitt tap, tí varð lagt upp til ein spennandi dyst.

 

Venjarin hjá mótstøðu liðnum hevur verið ímillum áskoðararnar til báðar okkara fyrru dystir, og tískil kann sigast at Tårnby HK vóru væl fyrireikaðar til dystin. Frá byrjan valdu tær at verja sera langt frammi á vøllinum við eini 3-3 verju, hóast tað komu vit fram um 1-3. Síðani leikti javnt á, men beint áðrenn hálvleik fóru grønu Tårnby damurnar frá okkum, soleiðis at hálvleiks støðan var 12-9.

Seinna hálva var merkt av eini sera stinnari verju frá okkara síðu, og eisini tók Erla í málinum sera nógvar bóltar, har av tvey brotskøst. Sum dysturin fráleið ótu vit leitsluna hjá mótstøðuliðnum upp, og tá tríggir minuttir restaðu í vísti máltalvan 14-16 til okkum. Tíverri megnaðu vit ikki at hála ein sigur heim, og úrslitið gjørdist 16-16.

 

Málskjúttarnir vóru hesir:

Anja Eliasen 4

Helena á Krákusteini 3

Birita Hermansdóttir Olsen 2

Birita Mortansdóttir 2

Andrea Nielsen 1

Edith Dahl-Olesen 2

Maria Dahl 1

 

Sunnudagin 25. oktober leikar øll fýra liðini hjá ÍF Føroyum á heimavølli. Skráin sær soleiðis út:

 

Kl. 15:00

1. lið menn

Føroyar – Furesø Håndbold

Kl. 16:15

1. lið kvinnur

Føroyar – Fremad Valby

Kl. 17:25

2. lið menn

Føroyar – HIK 3

Kl. 18:35

2. lið kvinnur

Føroyar – Team København 2

 

Keel Solution stuðlar kvinnunum

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *