Legardagin 28.03.2015 er ein søguligur dagur í søgu ÍF Føroyar. Kappingin um at koma upp í divisiónirnar er komin at enda, og ovast liggja ÍF Føroyar.
Lagið á monnunum undan dystin var lætt og gott. Nú skuldi allir vísa sínar dygdir og ‘telja pinnar’ sum vanligt verður tikið til. Frá fyrsta brýksli sást hvar fokus hjá monnum var, og tað var at sleppa fram at hinum endanum og skjóta mál. Mál blivu tað eisini til! Skjótálop og annað eftir regnaði oman yvur mótstøðuliðið Jersie HK, sum vóru komnir úr Køge hendan lagnu dag. Tað skuldi vísa seg um teir ikki fingu stig, so endaði teir í vandabólkinum um at fella eina deild niður. Tá hálvleiksstøðan vísti 17-9 tóktist spælararnir úr Jersie heldur máttleysir.
Sum seinni hálvleikur fráleið, blivu mennirnir hjá ÍF Føroyum meira heitir, og hondbóltspælið vísti seg frá betru síðuni í báðum endunum á vøllinum. Tað var so mikið av yvirskotið hjá liðnum at tí einu løtuna slapp Bartal við í álop; heilar tríggjar ferðir! Eftir triðju royndina eydnaðist tað og hansara navn kom á málskoraralistan. Tað var eingin ivi um hvør skuldi vinna hendan dystin, og mennirnir hjá ÍF Føroyum vístu góðar dygdir og yvirskot. Hetta sást aftur í teimum nógvu skjótálopunum og flottu skotum, sum umfataðu heldur nógv lobb móti málverjanum úr Jersie.
Dagsins leikari bleiv Kristoffur ‘Kriss Kross’ Kristoffersen. Hansara partur lá heldur ikki eftir hendan dystin.
Endaliga úrslitið vísti 34-19 til ÍF Føroyar. Lagið var sum verða man ógvuliga gott, og dagurin endaði við einari sera góðari veitslu hjá venjaranum og makanum, sum serveraðu við einari framúr fiskasúpan. Kokkurin, sum hevði funnið síni bestu kynstur fram til hetta kvøld, hevur eisini uppiborið eina heilsu.
Tó er vert at nevna, at hondbóltsárið ikki er heilt liðugt enn fyri mennirnir. Tann 9.mai skal ÍF Føroyar móta sterka 1.divisónsliðnum úr Team Sydhavsøerne í einum steypadysti. Dysturin verður leiktur á heimabana hjá ÍF Føroyum, og mennirnir hava sett sær fyri at venja dúgliga fyri at endurtaka ta stórbragd, sum hendi móti 1.divisiónliðnum úr Høj.
Eftir er at takka øllum í ÍF Føroyum, sum hava hjálpt til og skapt teir góður karmarnar í felagnum. Vónandi koma øll saman at savna so nógvar góðar áskoðarar til steypadystin sum seinast.
Við hondbóltskvøðu.
Málskjúttar vóru:
Jóannes 7
Rókur 5
Kristoffur 4
Rani 4
Rói 3
Jákup 3
Rúni 2
Jens 2
Bartal 1!
BK Ydun 2 – ÍF Føroyar 21-03-2015
Eitt sera skert føroykst lið, ið longu hevði tryggja sær 1. pláss í kvalifikationsrækken møtti einum Ydun liði, sum ikki hevði sikra seg í deildini. Tað var dagin eftir sólarmyrkin og nakrir av føroysku leikarunum vóru farnir til Føroya í hesum sambandi. Hetta og onnur avboð merktu at ÍF Føroyar einans høvdu 9 mans tøkar til dystin.
Dysturin var eisini merktur av at ÍF Føroyar hevði vunnið deildina, menn byrjaðu illa, og koma ongantíð verðuliga í gongd. BK Ydun vóru meir tendraðir og tað endaði eisini við at teir fóru av stað við báðum stigunum eftir at hava verið frammanfyri allan dystin. Endaliga úrslitið gjørdist 30-28.
Málskjúttar vóru:
Jóannes 4
Kristoffur 4
Rani 1
Rói 2
Rósing 5
Jákup 5
Rúni 7
Dagsins leikar gjørdist Rúni.
Eik stuðlar besta mansliðið!