Kettlingurin basti Goliat

Týsdagin 17/3-2015 var dagurin, tá ið ÍF Føroyar framdi størsta bragd í søgu felagsins. Dysturin var ímóti Høj úr Ølstykke, sum spælir í 1. división – tríggjar deildir  yvir ÍF Føroyar. Sigast skal at Høj ikki er eitt ókent lið fyri tveir av ÍF Føroya leikarunum. Bæði Tróndur og Rókur leiktu við Høj síðsta kappingarár.

Upp til dystin vóru ÍF Føroyar noyddir at skifta heimavøll frá Sundbyhøllini til Sundbyøster høllina. Hetta tí vanligi heimavøllurin  ikki leyk krøvini frá Høj. Tað vóru nógvir áskoðarar møttir upp í høllini hendan góðveðurs dag, sum allir vóru vitni til eitt satt hondbóltsbrak

ÍF Føroyar byrjaði væl, og legði seg eisini á odda. Við góðum álopspæli bleiv Rósing – sum eisini verður nevndur ”jernet” millum kvinnuligar danskar løgfrøði lesandi –  spældur upp og skeyt bóltin upp í handara horn, uttan møguleika hjá málmannin.  Hvør søga liggur aftanfyri hetta eyknevni, lata vit verða upp til hugflogið hjá tí einstaka lesarinum.

ÍFF førdi allan fyrra hálvleik, og í hálvleikssteðginum var støðan 17-14 til føroyingarnar. Serliga var tað álopsspæli sum riggaði væl.

Høj byrjaði seinna hálvleik væl, og tá ið 10 minuttir vóru spældir komu teir á fyrsta sinni á odda. Hesa løtuna sást, at fyrri hálvleikur hevði tært nógv uppá krefturnar hjá føroysku leikarunum. Samstundis byrjaði  Høj  at vísa, at hetta var ein dystur, sum teir áttu at vinna. Tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, raknaðu ÍF Føroyar leikarnir við aftur. Við einum góðum endaspurti, har føroyska verjan og málverji  megnaðu at halda Høj niðri á fýra málum teir seinastu tjúgu minuttirnar, eydnaðist tað ÍF Føroyum at vinna dystin 29-23.

Eftir dystin vildi onkur vera við, at onkur stór-stuðul hjá Høj var so argur inná dystargongdina, at hesin var rýmdur áðrenn dystarlok.

Tað er eingin ivi um, at tað sum ÍF Føroyar framdi hendan várdag, var eitt satt bragd. Tí umframt at spæla í eini væl hægri deild, eru fleiri av Høj leikarum løntir og hava royndir frá bestu deildini í Danmark.

Dagsinsmaður gjørdist leikandi venjarin Tróndur Kattesteen við ikki minni enn nítjan atkvøðum. Honum á baki kom Prestá við tveimum atkvøðum.

ÍF Føroyar vil gjarna takka áskoðarunum fyri góða stuðulin.

Málskjúttar: Tróndur Kragesteen –  8, Tummas Pauli Hanusarson – 6, Jóannes Prestá – 5, Rósing ”Jernet” Rasmussen – 3, Kristoffur Kristoffersen – 3, Rókur Akralíð – 1, Rói Lamhauge – 1, Helgi Justinussen – 1, Jákup Apol – 1.

Eik stuðlar besta mansliðið!

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *