Kvinnurnar enn ein týskvøldssigur

Kvinnur: ÍF Føroyar 1 – VHC/Vidar 3 (7-15) 17-27

Hetta týskvøldið 3.mars var ikki nýtt til venjing úti á Amager, sum vit plaga. 1. Kvinnuliðið setti ferðina út móti Vanløse, har vit á útibana skuldi leika dyst móti VHC/Vidar 3. Vit hava leikt móti VHC/Vidar 3 fyrr í ár og kundu tí minnast, at mótstøðuliðið hevði heldur lága leikferð til seinnasta dyst. Tí avtalaðu vit áðrenn dystarbyrjan, at okkara leikferð skuldi vera høg og at vit ætlaðu okkum at renna fra mótstøðuliðnum. Hetta riggaði avbera væl fyrstu tíðina av dystinum og eftir 15 min. leiktíð vísti máltalvan 3-10 til kvinnurnar frá ÍF Føroyum. Serliga var tað tey mongu skjótálopuni hjá Anju, ið flott legði bóltarnar yvir høvdi á málmanninum, ið eykendi fyrsta partin av dystinum. Tá ca. 10 min. vóru eftir av fyrra hálvleiki vaknaðu kvinnurnar frá mótstøðuliðnum eitt sindur við og fingu nøkur irriterandi mál áðrenn hálvleik soleiðis, at hálvleiksstøðan vísti 7-15.

Seinni hálvleikur var líkur tí fyrra, har ÍF Føroyar lógu omaná og tað var ongantíð nakar ivi um, hvør fór avstað við tveimum stigum eftir dystarenda. Endaliga støðan gjørdist 17-27 og kvinnur vóru sum heild nøgdar. Tó vóru vit einigar í, at sigurin kundi verið enn størri, um vit minkaðu um tekniskar villur og hildu høgu ferðina og konsentratiónina gjøgnum allan dystin, hóast hann nærum var avgjørdur eftir 15min leiktíð.

1. kvinnuliðið hjá IF Føroyum havur einans 2 dystir eftir hetta kappingarárið og vóna og vænta vit, at upprykking til kvalifikationsrekkjuna verður veruleiki.

Liðið og málskúttar:

Anja (8), Ása (5), Birita (4) Edith, Eydna (2), Helena, Jenny (1), Maria, Stina (5) og Vár (2).

Keel Solution stuðlar kvinnunum.

 

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *