Kvinnurnar taptu fyrsta dyst

1. lið kvinnur: CIK 3 – ÍF Føroyar (15-13) 25-24

Millum jól og nýggjár spældi fyrsta kvinnuliðið hjá ÍF-Føroyum ein dyst heima í Føroyum móti Kyndli. Hetta, so at vit kundu fáa møguleika fyri at fáa eitt sindur av dystarvenjing, meðan vit allar vóru heima í feriu, og soleiðis kundu vit eisini fáa eitt sindur av venjing saman, áðrenn danska kappingin fór í gongd aftur. Vónirnar undan dystinum móti Kyndli vóru sera blandaðar – summar væntaðu ein javnan og harðan dyst, meðan aðrar væntaðu stóran klassamun millum liðini, og at Kyndil fór at vinna við eini 15-20 málum. Tá seinasta bríksl ljóðaði, vísti máltalvan 29-20 til Kyndil, og ÍF-Føroyar mátti tí fara heim úr Hoyvíkshøllini við einum tapi. Hóast ferðin var skjótari, og formurin var nógv betur hjá Kyndilskvinnunum, vórðu vit samdar um, at tað ikki skuldi nógv til afturat frá okkara síðu, áðrenn úrslitið hevði endað javnari.

Niðuraftur komnar til Danmarkar stóð fyrsti dystur fyri durum. Tann 10/01 høvdu okkara kvinnur sín fyrsta dyst á útivølli móti CIK3. Væl varugar við, at tað fór at gerast ein torfør uppgáva, varð dysturin bríkslaður í gongd. Men ikki gekst, sum ætlað. Fyrsti dystur í nýggja árinum skuldi nevniliga vísa seg at enda við einum teprum sigri til mótstøðuliðið. Hóast gott og skjótt spæl, hóast kempað varð til tað seinasta og hóast liðini fylgdust nærum allan dystin, var tað mótstøðuliðið, ið endaði við at renna avstað við sigrinum. Hálvleiksstøðan var 15-13 til mótstøðuliðið, og endaliga úrslitið gjørdist 25-24.

Eftir at hava tapt tveir teir seinastu dystirnar eru vit allar samdar um, at ætla vit okkum at vinna deildina og flyta upp í Kvalifikatiónsrekkjuna komandi kappingarár, so mugu vit koma í betri form og liðið má spælast betur saman. Fyri at røkka hesum hava vit millum annað eina innanhýsis kapping koyrandi á liðnum, har tað ræður um at renna 40 km uppá 20 dagar (venjingar og dystir verða ikki íroknaðir) – tær, ið megna tað, eru síðan við í lutakasti um ein góðan vinning. Vónandi fær hetta motiverað okkum allar, til at betra um formin 🙂

Málini skoraðu: Birita 6, Ása 3 (1), Jenný 3, Vár 3, Elisa 2, Maria D. 2, Stina 1, Anja 1, Sissal 1.

Keel Solution stuðlar kvinnunum.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *