1. lið kvinnur: Amager SK 2 – ÍF Føroyar (6-10) 13-18
Mikukvøldið spældi 1. lið hjá kvinnunum ímóti Amager SK2, sum liggja á einum 5. plássið í kappingini. Dysturin endaði við einum 5 mál sigri til ÍF Føroyar. Tað var ein typiskur ”mitt í viku” dystur við nógvum tekniskum feilum og brendum møguleikum, men kempað varð til síðsta bríksl.
Vit skoraðu 2 tey fyrstu málini og vóru so á odda restina av dystinum. Dysturin var merktur av, at bæði liðini høvdu eina góða verju og málmenn. Harafturímóti gekk eitt sindur verri í hinum endanum, har tað gekk strilti við at skora. Okkara vengir vórðu so at siga ”mansverdir” allan dystin, og hetta steðgaði okkara bakkum í at fáa tað uppspælið, tær eru vanar við. Vit komu kortini fram til nakrar góðar kombinatiónir og møguleikar soleiðis, at vit kundu fara til hálvleik við einum málmuni uppá 4 mál.
2. hálvleikur byrjaði heldur striltið. Vit skoraðu einki mál fyrstu 10 min, og tíbetur fyri okkum, so fekk Amager SK bert 2 mál í hesum tíðarbilinum. Verjan og málmaðurin hildu fram sum í fyrra hálvleiki. Eftir nakrar útskiftingar mitt í 2. hálvleiki kom meira ferð á okkara spæl. Vit fingu nøkur góð álop, har vit komu ígjøgnum verjuna hjá mótstøðuliðnum og skoraðu. Dysturin endaði 18-13 til ÍF Føroyar, og tí eru vit enn ósigraðarar í hesum kappingarárinum.
Næsti dystur er 6. desembur á útivølli móti Herlev/Hjorten Håndbold 3, sum bert hevur tapt ein dyst hetta kappingarárið. Hetta verður heilt víst ein umráðandi dystur hjá okkara liðið, har vit fara at gera alt fyri at vinna.
Dagsins leikari gjørdist Maria.
Liðið í dag: Ása Dam á Neystabø (8), Birita Mortansdóttir (3), Edith Dahl Olesen (3), Tordis Tróndarson (2), Eydna Apol (1), Sissal Würdig Høgnadóttir (1), Elisa Ingebrigtsen Leo, Paula Leitisstein Olsen, Jenný Kragesteen og Maria Samuelsen.
Keel Solution stuðlar kvinnunum