Besta mansliðið hevur nú 13 út av 14 møguligum stigum í kval rekkjuni. Í dag leiktu vit ímóti VHC/Vidar, sum áðrenn dystin lógu nummar sjey við 5 stigum.
Truppurin til dagsins dyst var eitt sindur tunnur. Rúni, sum var so spentur at koma til venjing aftur eftir at vera blivin dagsins maður seinast, legði ov nógv fyri, gjørdist skaddur og var tískil ikki klárur til dagsins dyst. Hartil sótu bæði stórkeypini hjá okkum úr 1 división yvir við smásnuddum.
Bartal, sum byrjaði í málinum í dag eftir nakrar góðar dystir í síðstuni, hevði lada upp við at hyggja eftir ”Interstellar” kvøldið fyri. Bartan var kanska vorðin í so fjálturstungin av at hugsa um tíð og 3-dimensionella tilveru, so høvdið var ikki heilt til staðar til dystarbyrjan. Hetta hevði ikki tær stóru avleiðingar, tí vit megnaðu at skora nógv mál í hinum endanum og løgdu okkum skjótt fram um við 4-5 málum. Støðan í hálvleikinum var 15-10.
Vit komu væl inn í seinna hálvleik og øktu leiðsluna so við og við. Ivi var aldrin um úrslitið og vit endaðu við at vinna 32-19. Kristoffur var í hopla í dag og skoraði 8 út av 10 skotum. Hann var eisini kosin til dagsins leikara.
Málskjúttar:
Kristoffur 8
Rósing 5
Tummas Pauli 5
Hjalti 4
Jóannes 3
Rógvi 3
Rani 2
Rói 2
Tilsamans hava bæði kvinnuliðini og mansliðini hjá ÍF Føroyum nú leikt 23 dystir og enn hevur onki lið tapt!
Eik stuðlar besta mansliði!