Enn ein sigur til besta mansliðið

Eftir stórsigurin á oddaliðnum HK Køge seinasta sunnudag, vóru vónirnar til dystin sera góðar. Hóast at tað meira enn so kemur fyri, at støði fellur eitt sindur eftir ein so góðan dyst sum seinast.

Àðrenn dystin var greitt, at Rókur Akralíð var burturstaddur, og tí ikki kundi hjálpa Róa í miðverjuni, sum annars hevur veri framúrskarandi seinastu dystirnar. Í álopinum var venjarin klárur at takað arbeiðshandskarnar fram, og takað kjansin sum strikuspælari um neyðugt. Tað var tó skjótt greitt, at hansara evnir heldur skuldu brúkast uttanfyri verjuna hjá mótstøðuliðnum.

 

Mótstøðuliði var ikki eins væl fyri sum HK Køge seinasta sunnudag, og tað hevði eisini við sær at insatsurin hjá ÍF Føroyar leikarunum ikki var heilt hin sami sum undanfarna dyst. Dysturin byrjar væl, og verjan vinnur fyrsta bóltin frá USG og Jóannes ger skjótt av, og so er 1-0 til ÍF Føroyar. Men eftir hettar hongur spæli ikki serliga væl saman, og liðini fylgjast tað mesta av hálvleikinum. Tó kemur eitt sindur av gongd í álopspæli móti endanum, og støðan í hálvleikinum er 13-9 til ÍF Føroyar.

 

Seinni hálvleikur byrjar eitt sindur sum tann fyrri. USG fær fleiri útvísingar, men ÍF Føroyar megna ikki at skjóta mál. Eina løtu vinna USG 2-0 har ÍF Føroyar eru tveir mans í yvirtal. Verjan og málmenn gera tó tað sum skal til tá tað gondur illa við málskjótingini, og ongantíð er dysturin verðuliga í vanda. Móti dystarenda, kemur eitt sindur av gongd á málskjótingina, og endin er at ÍF Føroyar vinna dystin 28-22.

 

Málskjúttar:

Rósing 6

Tróndur 4

Kristoffur 2

Rani 1

Rói 2

Tummas P 1

Rógvi 2

Rúni 6

Jóannes 2

Hjalti 2

 

Dagsins maður: Rúni

 

Eik stuðlar besta mansliði!

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *