Góðar venjingar geva úrslit!

Fyrsta liðið hjá monnunum spældi um vikuskiftið móti BK Ydun 2, sum liggja í niðaru helvt í deildini. Taktikkurin var at renna nógv við mótleikarunum ið bert høvdu ein útskiftara við sær í Sundby Høllina. Hóast ivasamt álopsspæl, eydnaðist taktikkurin til fulnar, tí tá 15 minuttir vóru eftir av dystinum gekk orkan undan hjá Ydun leikarunum, og tað endaði við at vit vunnu ein tryggan 27-18 sigur, eftir at hava ført 12-11 í hálvleikinum.

Men tað er ikki bara við taktiskum snildum at nýggi succes-venjarin, Tróndur ”The Catman” Kragesteen hevur gjørt um seg. Venjingarnar hava verið sera væl fyrireikaðar, og menn møta spentir upp hvørjaferð – sjálvt til seinu venjingarnar fríggjakvøld!

Síðsta venjingin fyri dystin móti Ydun var serstakliga góð. Summir høvdu avtalað at venja styrkivenjing áðrenn farið varð í høllina, so testosteron-niveauið var kanska nakað høgt hjá summum. Ein skuldi ikki traðka nógv við síðuna av, so bleiv ein álopin av illbønum úr øllum ættum, og í ringasta føri komu nakrir bóltar eisini flúgvandi framvið oyrunum. Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá teimum eldru í síðstuni, og hetta fríggjakvøldið komu frustratiónirnar veruliga til sjóndar. Alt spældi tó væl av, og allir vóru á einum máli um at fyrireikingin til dystin kundi ikki verðið betri.

 

Fyri at koma aftur til dystin, so er einki at ivast í, at hann varð vunnin í verjuni. Vælvoksnu miðverjarnir hjá okkum, Rói og Rókur, stýra verjuni við fastari hond, og hetta sæst eisini aftur í fáu málunum ið verða skotin í móti okkum.

Rókur bleiv valdur til dagsins leikara við 3. atkvøðum, meðan Rói og Lars fingu 2 hvør.

 

Málskjúttar vóru:

Jóannes 5

Rósing 4

Tróndur 4

Tummas Pauli 4

Jens 3

Rógvi 2

Hjalti 2

Rókur 2

Rúni 1

 

Eik stuðlar besta mansliði!

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *