2. kvinnulið javnleik í málfátøkum dysti

Kvinnur: ÍF Føroyar2 – KFUM3 (5-7) 15-15

Leygardagin spældi 2. liðið hjá ÍF Føroyum kvinnum heimadyst í Valby høllini. Tað skuldi vísa seg at gerast ógvuliga trupult at mannað lið til dystin, men tá byrjað varð, vóru 9 ÍF Føroyar kvinnur klárar at taka ímóti KFUM 3.

Talan var um ein tættan dyst. Í byrjanini komu ÍF Føroyar kvinnurnar nøkur mál afturúr og høvdu heldur trupult vid at seta bóltin í netið. Hendan gongdin sást allan fyrra hálvleik, men tad gekk tó ikki nógv betri hjá mótstøðuliðnum, og tískil vísti máltalvan bert 5 mál til okra kvinnur og 7 mál til KFUM, tá farið varð til hálvleiks.

Í 2. hálvleiki vóru okra kvinnur klárar uppá, at bólturin skuldi í netið. Soleidis varð, og vístu kvinnurnar eisini, at tær kunnu standa sterkar í verjuni. Verjan varð væl stuðlað av góðum málmansspælið, sum gjørdi, at okra kvinnur nú veruliga kappaðust vid KFUM um tey tvey stigini. Hóast hetta, so máttu liðini býta stigini millum sín, tí tá dysturin varð floytaður av, var støðan 15–15.

Toppskorari var Carol við 4 málum, aftaná hana komu Sarah Ann og Birita J. við 2 málum.

 

Næsti dystur hjá 2. Kvinnuliðið er sunnudagin 2. mars, tá somu liðini longu bresta saman aftur, men tó á heimavølli hjá KFUM.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *