1. manslið endar 2013 á 2. plássi

 

Ein lættur, men tættur dystur

 

Sunnudagin var fyrsta manslið aftur í eldinum, eftir at havt tólv dagar uttan dyst. Leiðin hesaferð gekk út í Glostrup har mótstøðuliðið var AG Håndbold, sum undan dystinum hevði seks stig. Túrurin sjálvur út í Albertlund tók umleið ein tíma, og hetta vísti seg, at verða ein heldur annarleiðis túrur. Av einari ella aðrari orsøk, valdi álopsgeneralur og liðskiparin hjá ÍF Føroyum, Hjalti Mohr Jacobsen, at møta upp ein tíma áðrenn allir aðrir. Um hetta var fyri at vinna sær størri virðing millum við- og mótstøðuleikarar er óvist. Seinni á túrinum, í bussinum, tekur sami álopsgeneralur aftur eina heldur ørvísi avgerð. Tá velur hann av sínum eintingum, at seta seg á eina stakkals damu, sum koyrdi við sama bussi. Um hetta var eitt óheld ella um okkara kæri álopsgeneralur hevði gott eygað á hesi damu, sigur søgan einki um.

 

Dysturin byrjaði javnt. Fystu minuttirnar høvdu liðini ringt við at fáa álopsspælið at koyra. Fyri ÍF Føroyar, komst hetta nokk av manglandi uppmøting til venjing, síðani seinasta dyst. Tá ið sekstan minuttir vóru farnir, var støðan bert 3-4 til ÍF Føroyar. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki gjørdi ÍF Føroyar eina útskifting, inn kom Tummas Pauli, og við sínum 195 cm gav hann álopsspælinum eina aðra dimension. Hálvleiksstøðan var 10-12 til ÍF Føroyar. Sigast skal, at generelt høvdu dómararnir ein ”óheldigan” dag, og bara í fyrra hálvleiki, kundu fleiri reyð kort verið givin fyri tað heldur alternativa verjuspælið hjá AGH.

 

Seinni hálvleikur byrjaði líka sum fyrri endaði. Liðini skiftust um at skorða. Dysturin endaði 23-21 til ÍF Føroyar, og hóast úrslitið sigur frá einum javnum dysti, var ongantíð ivi um hvør fór at draga longsta stráðið.

 

Hetta var seinasti dystur hjá 1. mansliði í kappingini í ár. Liðið fer í jólaferiu liggjandi á einum øðrum plássi.

 

Toppskorðarar: Tummas P. Hanusarson 5, Janus Sørensen 3, Rósing Rasmussen 3, Jens Mohr 3, Rói H. Lamhauge 2, Rúni Joensen 2, Hjalti M. Jacobsen 2, Rani Ellingsgaard 2, Jákup Apol 1

Dagsinsmaður: Pól Andreassen 8, Tummas Pauli Hanusarson 2, Janus Sørensen 1.

 

Eik stuðlar 1.liðnum

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *