2. manslið á góðari leið

HK-syd – ÍF Føroyar 29-30 (12-17)

 

 

Ikki hevur verið nógv at frætta, um hvussu hevur gingist hjá øðrum mansliði hjá ÍF Føroyum. Í Kvøld spældu teir 6 dystin í ár, sum var toppuppgerð móti grannunum úr HK-syd, sum undan dystinum høvdu vunnið allar sínar dystir. Vit taptu fyrsta dystin í ár, men hava síðani funnið stevið og vunnið restina. Lagt var tí upp til ein spennandi dyst, sum endaði við føroyingarnir, við góðum stríðsvilja í síðstu løtu stjólu bæði stigini.

 

 

Dysturin byrjaði javnt har liðini skiftust um at skora. Roar tyktist serliga vælupplagdur og bumbaði trý tey fyrstu skotini í mál, men so steðgaði eitt sindur upp. Vit høvdu lítið tol í álopsspælinum og gjørdu fleiri feilir. Í hinum endanum vóru vit nakað flatir í verjuni og komu ikki fram í taklingarnar. Hetta gjørdi at vertirnir úr HK-syd komu framum við 5 málum til hálvleik. Heini, sum byrjaði á bonkinum, kom nakað inn í fyrra hálvleik inn á miðjuna, eftir at álopsspælið var steðga upp. Tað eydnaðist Heina at fáa ferð á spælið aftur, men tíverri fyri hann og okkum bleiv hann skaddur eftir bert fáar minuttir á vøllinum, tá hann forstrekti okkurt í knænum.

 

Í hálvleikinum samdust menn um at hava meira tol í álopsspælinum og býta meira frá sær í verjuni. Tað eydnaðist at halda tørn við góðum álopsspælið, har Aleksandur hevði yvirtikið miðjuna, meðan Jóhan Ellingsgaard og Kristoffur skiftist um at skora frá frá ávíkavist høgra bakki og vongi. Tá so Arnhold um miðjan seinna hálvleik valdi at steingja málið, við fleiri góðum bjarginum, komu vit uppá javnt. Restina av dystinum bylgjaði aftur á fram har liðini skiftust um at føra. Síðstu løtuna Bleiv Jóhan Ellingsgaard settur fram at dekka í eini 5-1 verju. Hetta ørkymlaði mótstøðuliðið so mikið at tað eydnaðist okkum at fara framum til síðst og vinna dystin við einum málið 30-29.

 

Tað sást á monnum á dystin at frøðin var stór eftir siðurin, sum hevði stóran týdning í ætlanunum at spæla seriu 1 hondbólt komandi ár. Kanska serliga tí at talan var um ein javnan og spennandi dyst, sum vit vunnu, tí at allir góvu seg fult út og dugdu at halda høvdið kalt síðstu løtina.  Hetta var heilt sikkurt in deiligur máti at enda vikuskiftið.

 

Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar 2. mansliði.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *