ÍF Føroyar kvinnur 2 – IF Stadion 2 25-13 (15-8)
2. kvinnuliðið hjá ÍF Føroyum møtti í vikuskiftinum IF Stadion á heimavølli. Kvinnurnar høvdu undan dystinum ein greiðan málsetning til dystin, og hesin var at halda fram við góðu gongdini frá undanfarnu dystunum og at sigurin skuldi í hús.
Dysturin byrjaði heldur málfátakur og eftir 7 minuttir var enn einki mál komið. Men so komu kvinnurnar hjá ÍF føroyum í gongd og við skjótum álopi og stinnari verju fingu tær eina 5 málsleiðslu. Góða gongdin helt áfram har Stina ferð eftir ferð rann skjótálop og skjeyt bóltin í málið. Deiliga nemt!
Tá farið var til hálvleiks vísti máltalvan 15-8 til okkum. Í steðginum vóru leikarar og venjari á einum máli um, at liðið skuldi halda fram at spæla skjótt og koyra skjótálop, tí tað merktiskt, at orkan var við at ganga undan mótstøðuliðnum.
Seinni hálvleikur gekk enn betri enn fyrsti og kvinnurnar struku avstað. Eftir 20 minuttir leikstíð av seinna hálvleiki hevði IF Stadion bara skorað eitt mál. Álopsspæl teirra var merkt av feilum og okkara verja stóð stinn og í málinum stóð ein vælleikandi Kristina. Tá dómarin bríkslaði síðstu ferð vísti máltalvan 25-13. Enn ein tryggur sigur til okkara!
Stina var toppskjútti við 11 málum, næst henni var Birita M. við 5 málum.
Við sigrinum í vikuskiftinum komu kvinnurnar upp á 8 stig og næsti dystur hjá 2. liðnum er sunnudagin 1. desembur kl. 16.10, har leikt verður móti Team København á útivølli.