1.lið var aftur i eldinum í viukskiftinum. Eftir eina heldur trivaliga byrjan uppá kappingarárið, vóru menn samdir um at nú skuldi gongdin vendast. Hesaferð vóru tað Team HK Køge sum var komið á vitjan í Sundbyhøllini.
Hettar er eisini fyrsti dystur har liðið hevur verið so væl manna, 12 mans høvdu melda seg klárar, og tað sást eisini á útskiftingunum. Í besta Ulrik Wilbek stíli ruku menn inn og út av bonkinum, tó so at venjarin Julian allatíð hevði stýringina. Hetta eyðkendi eisini sigurin, tí maður kom í mans stað og allir tóku ábyrgd tá teir komu inn.
Dystargongdin var soleiðis at okkara menn løgdu seg á odda við eini 4-5 málum beinan vegin. Sum dysturin leið økti IF Føroyar um leiðsluna soleiðis at vit til siðst vunnu við 9 málum, 32-23.
Dagsins maður gjørdist Janus Sørensen. Bæði áðrenn og í dystinum gekk Janus á odda. Fyrst við einari alternativari upphiting í besta Rocky stíli á rennibreytini uttanfyri høllina, og i dystinum gjørdist Janus eisini toppskjútti við 7 málum.
1. Lið spælir dyst aftur fríggjakvøldið, so kom enduliga og stuðli.
Eik stuðlar 1.liði