Stórsigur til kvinnurnar

ÍF Føroyar 1. lið kvinnur – VSH 2002 3: 35-17 (16-9)

Kvinnurnar skuldu longu í eldin aftur týsdag eftir ein tættan dyst sunnudagin fyri. Hetta skuldi tó ikki vísa seg at verða nakar trupulleiki hjá okkara kvinnum, sum eru flúgvandi fyri tíðina.

Kvinnurnar komu afturum 0-2, men so kom vend í og tær føroysku stóðu stinnar í verjuni, sum gjørdi tað torført hjá VSH at koma ígjøgnum nakrastaðni. Tá tær so eisini brendu straffi ímóti Kristinu í málinum, so bleiv mótbrekkan ikki minni brøtt hjá gestunum.

Hálvleiksstøðan var 16-9 til tær føroysku, og dysturin var so at siga avgjørdur. Sigast skal, at hetta man vera tann friðaligasti hálvleikurin okkara kvinnur hava havt inntil víðari. Ja tað var lítið at siga, tí alt gekk sum fretur eftir gleri.

Í seinna hálvleiki hildu kvinnurnar áfram at verja sum úlvar og renna sum leopardar. Hetta hevði við sær at VSH als ikki kundi hanga í teimum føroysku. Allar kvinnurnar sloppu framat í seinna hálvleiki og komu eisini á máltalvuna.

 

Liði í dag: Kristina S., Gunnvá, Edith, Birita M., Kristina T., Elin, Svava, Miriam, Birita J., Eydna, Maria og Tordis.

 

Málskorarar:

Birita M. 7
Maria D. 6
Edith 5
Svava 5
Kristina T. 3
Gunnvá 2
Eydna 2
Miriam 2
Elin 1
Birita J. 1
Tordis 1

Komandi dystur hjá kvinnunum verður á heimavøllið sunnudagin 3. nov., tá Gentofte-Vangende kemur á vitjan.

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *