Kappingarárið
Nú páskini eru við at fara fram við, er tað samstundis eitt gott høvi at sessast og hyggja aftur á farna árið. Avbjóðingin var frá byrjan stór, tí eftir eitt gott kappingarár blivi vit dømdir til niðurflyting og stóra bót. Men tað var tó við treysti at byrja var uppá kappingarárið. Tað vísti seg eisini at vera stór undirtøka fyri felagnum, hóast mótgongd, tí tað skortaði ikki vælvild frá stuðlum og fólki rundanum felagið. Tá Bingo var hildið í Føroyahúsinum í oktober, var talan um eitt fult hús og inntøkan av tiltakinum var meir enn nokk tiil at rinda skuldina hjá felagnum.
Ítróttarliga hevur eisini verið talan um eitt í høvuðsheitum gott ár, hóast tað ikki heilt er liðugt enn hjá 1. mansliði. Kvinnuliði enda mitt í síni deilt, so tær koma eisini koma eisini at spæl seriu 2 hondbólt komandi ár. 2. Manslið vann sín bólk í seriu 3 og rykkir sostatt upp í seriu 2. 1. Mansliði var sum kunngt 1 mál frá beinleiðis uppflyting, so teir skulu við Bornholm um tvær vikur at spæla um upprykking.
Apríl søgan:
Dystirnir á Bornholm
Helgi, sum hevur verið venjari hjá monnunum í ár, er farin heim til Føroyar at doypa sonin, og skal eftir ætlan vera har restina av apríl mánaði. Men vegna týdningin av dystunum á Bornholm, hava vit í góðum samstarvi við Atlantsflog, HSF og Tórshavnar býráð, fingið avtalu um at fáa fyrrverandi og núverandi venjaran Ára Rouch og Helga Justinussen niður til Bornholm til dystirnar.Eisini verður leitað eftir einum vøddamýkjara, sum skal við gera menninar millum dystirnar. Heðin Mortensen sigur í stuttari viðmerking, at føroyskir útisetar eru komandi havnaborgarar og tískil er tað týdningarmikið at kommunan veitir eina hjálpandi hond.
Um 1.lið megnar at spæla seg upp í kvalifikatiónsrekkjuna, hevur nevndin avgjørt at fara ein túr til Lanzerote sum samsýning fyri gott arbeiði og góða úrslitið í ár.
Vit í nevndini vilja hervið ynskja øllum limum og stuðlum eini gleðilig páskir og góðan apríl mánað.