Kvinnurnar vunnu ársins síðsta dyst

ÍF Føroyar kvinnur – VSH 2002: 26-23

 

Kvinnurnar leiktu sunnudagin, seinasta dyst í hesum kappingarárinum og kunnu nú halda summarfrí við einum sigri. Lagt var upp til ein spennandi dyst, tí VSH undan dystinum lá á einum 3. plássið við 7 stigum fleiri enn okkara kvinnur, men tær føroysku vístu hvør dugur er í teimum og tær skulu ikki undirmetast. So VSH  vóru sendar heim aftur við ongum.

 

 

 

 

 

Um man skal taka saman um kappingarárið hjá kvinnunum so endaðu kvinnurnar á einum 5. plássið við 18 stigum, sum er 14 stig færri enn nr. 1 í deildini. Um kvinnurnar skulu koma nærri toppinum í deildini er neyðugt, at tær gerast meir stabilar alt kappingarárið. Tað er serliga tá jólini nærkast og eksamens tíðin byrjar, at uppmøtingin gert eitt sindur verri og tað sæst eisini aftur á úrslitinum. Men harafturímóti eru tær føroysku kvinnurnar tær einastu sum hava vunni ímóti oddaliðinum, sum flytur beinleiðis upp. So tær føroysku hava eisini verið við til at geva teimum ymisku oddaliðunum høvuðbrýggj.

Alt í alt, er nógv gott at síggja fram til komandi kappingarár.

J&K Petersen stuðlar kvinnunum.

 

 

Skriv en kommentar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *