Greiðir sigrar til bæði manslið


Leygardagin 30. September skuldi fyrsta lið hjá monnum spæla sín 3. dyst uppá 5 dagar, eftir sigrar mána- og hósdag góvu eina góða byrjan uppá kappingarárið. Mótstøðuliðið var einki minni enn grønu grannarnir úr Amager SK, sum júst eru fluttir upp aftur í 3. división eftir nøkur ár í kval-rekkjuni, so menninir úr ÍF Føroyum máttu liva við favorittleiklutinum. Tá Amager SK ongan dyst høvdu leikt í kappingini áðrenn dystin móti ÍF Føroyum, var ringt at meta um støðið á mótstøðuliðnum, men soleiðis er ofta, tá man spælir móti ymiskum liðum hvørt ár, og tí eru føroyingarnir vanir við at hugsa um egið spæl fyrst, og so kalibrera eftir mótstøðuni sum dysturin líður.

Fyrstu 20 minuttirnir vóru relativt javnir og bæði liðini fylgdust nokkso væl, tó høvdu føroyingarnir munin alla tíðina. Eftir hesa fyrstu jøvnu perioduna fingu føroyingarnir ordiligt tak á mótstøðumonnunum og byrjaðu at renna undan, serliga gekk ein av nýggju leikarunum, Karl Martin Olsen, á odda við málskjótingini í fyrra hálvleiki, og hjálpti hann føroyingunum til hálvleiks við einari trivaligari leiðslu, 14-8.

Hesa trivaligu leiðsluna hava vit sæð í báðum undanfarnu dystum hjá monnunum, men báðar ferðir bleiv dysturin ikki heilt dripin, og tað bleiv í so spennandi hóast teir bláu megnaðu at vinna allíkavæl. Hesa ferð var tíbetur eitt sindur øðrvísi. Verjan stóð sera væl og ASK komu sjáldan til kjansir, meðan málskjótingin ikki steðgaði heilt upp í hinum endanum sum í undarfarnu dystunum, og leiðslan kom av tí sama ongantíð í vanda. Ein 8-9 málsleiðsla var skjótt uppbygd, og so var restin av dystinum í roynd og veru cruise control, og eingin spenningur kom í dystin aftur. ÍF Føroyar vann dystin 24-15, og hava tí enn fulla úrtøku.

Áki Egilsnes varð valdur til dagsins leikara við einum framúr avriki.

Málskjúttar:

Karl Martin Olsen 5, Áki Egilsnes 4, Pætur Johansen 3, Ólavur av Fløtum Mittún 3, Rune Olsen 2, Bergur Ákason 2, Rúni Vest Højgaard 2, Niels Jákup Egholm 2, Bartal Klein Olsen 1.



Annað lið hjá monnum var eisini í eldinum hendan leygardagin, teir spældu sín fyrsta dyst i Seriu 1, eftir flotta uppflyting í fjør. Mótstøðuliðið æt KFUM 2, ið heldur ongan dyst hevði leikt, so spennandi var um teir kundu leggja væl frá landi. Liðið var ein góð blanding av ÍF Føroyar veteranum, harumframt øðrum rutineraðum kreftum á 2. liðnum, og eisini nakrir (í ÍF Føroyar høpi) nýggir, men absolutt dugnaligir leikarar. Ongin nevndur, ongin gloymdur. Nevnast kann, at allir leikarar á 2. lið til dagsins dyst vóru úr høvuðsstaðnum. Undirritaði hevði nokk sagt at allir vóru havnarmenn, men so vóru nakrir hoyvíkingar uttan iva blivnir fornermaðir. Møguliga eisini ein argjamaður, men neyvan. So vit halda okkum til, at allir vóru úr høvuðsstaðnum. Hóast dysturin hjá 1. lið var liðugur næstan 2 tímar áðrenn dystin, vóru enn fleiri, ið vóru eftir at stuðla 2. liðnum, og gjørdi tað dystin eitt sindur stuttligari at spæla hjá leikarunum.

ÍF Føroyar legði hart út frá byrjan, og legði seg skjótt framum 3-0. Verjan stóð sera væl, og KFUM fingu als ikki spælt seg til kjansir, og tá so skotini komu útifrá, stóð Mikkjal Hansen í málinum fyri hvørja ferð. Í hinum endanum komu føroyingarnir til fleiri kjansir, men brendu nokkso illa, so leiðslan vaks ikki so nógv fyrstu løtuna. 17 minuttir skuldu ganga áðrenn útiliðið fekk bóltin í málið fyrstu ferð, tá gjørdist 6-1, so málríkur kann man ikki siga dysturin var. Við einari góðari verju fylgir kontraspæl við, og Mikkjal var raskur at kasta fram til fríar menn, serliga var Rasmus Müller eyðsýndur og gjørdist hann eisini greiður toppskjútti til dystin. ÍF Føroyar fór til hálvleik við eini 10-3 leiðslu.

2. hálvleikur minti nógv um tann fyrra, føroyingarnir stóðu væl í verjuni og runnu skjótt fram í skjótálop tá teir vunnu bóltin. Kanska teir vóru eitt sindur ov grammir eftir at skjóta mál, at teir ikki konsentreraðu seg eins nógv og í fyrra hálvleiki, tí KFUM komu til fleiri kjansir og skot eftir steðgin, men tíbetur var tað ikki heilt av lagið, og munurin minkaði aldrin ordiliga. Føroyingarnir vóru sum nevnt grammir eftir at renna kontra og skjóta mál, men ofta stóð málmaðurin hjá útiliðinum fyri, og var hann heilt víst teirra besti leikari. Hóast tað, so megnaðu teir bláu at skjóta eitt mál fleiri enn í fyrsta hálvleiki, og tá KFUM skoraði sítt 10. mál uppá straffi tá tíðin var farin, stóð ÍF Føroyar eftir við einum knúsandi 21-10 sigri, og Jónas Vang Hansen á síðulinjini kundi frøast um at hava sett liðið so væl upp, at hann ikki noyddist á vøllin sjálvur.

Ein framúr byrjan uppá lívið í Seriu 1 hjá 2. liði, og spennandi verður, um teir kunnu gera sær sjálvum kynstrið eftir og flyta upp eina ferð aftrat, lat okkum vóna tað!

Málskjúttar:

Rasmus Müller 8, Erlendur Magnusson 3, Torkil Hentze 2, Rógvi Reinert 2, Leif Hákun Jacobsen 2, Andor Sivertsen 2,  Ólavur D. Hansen 1, Jóni Guttesen Viderø 1.

Fyrsta lið hjá monnum spælir aftur komandi leygardag á útivølli móti Furesø, meðan annað lið spælir aftur hóskvøldið móti HUK. ÍF Føroyar framá!

Myndarøð frá báðum dystunum:

1. lið áveg í álop



Leikandi venjarin Bartal og Tóraldur hyggja at verjuni

2. lið in action!
Mikkjal hyggur at
Væl mannaður bonkur
Verjan var øgiliga sterk