Steypasigur avgjørdur í síðstu sekundunum


Hóskvøldið 28. september skuldi 1. manslið hjá ÍF Føroyum leika sín fyrsta dyst í steypakappingini, á útivølli móti KSI Håndbold, sum er felagið fyri ítróttalesandi á Københavns Universitet. Høllin hjá KSI er ikki tann størsta og har er ikki meir enn nakrir fáir centimetrar frá síðulinju til veggin, nakað sum høllin í Sundby har ÍF Føroyar venja hóskvøld. Av tí sama sita leikararnir á bonkinum við fótunum inni á vøllinum meðan spælt verður, nakað sum kann vera eitt sindur órógvandi fyri teir sum eru á vøllinum. KSI spælir í somu pulju sum ÍF Føroyar í 3. división, so hetta verður ikki einastu ferð í hesum kappingarárinum at føroyingarnir skulu spæla í hesari høllini.

Eftir sigur mánakvøldið í vanligu kappingini, skuldu menninir úr Føroyum seta seg uppaftur og vísa, at tey 2 stigini ikki vóru komin av tilvild, og hóast 2 broytingar vegna skaðar, var hópurin enn sterkur til dystin.

Í byrjanini av dystinum løgdu føroyingarnir seg framum beinanvegin, og bygdu sær eina fitta leiðslu uppá 4-5 mál, sum teir hildu mestsum allan fyrra hálvleik. Álopsspælið koyrdi væl fyrstu løtuna við skjótum spælið sum ofta endaði við einum góðum kjansi. Kontraspælið var eisini eyðsýnt í fyrsta hálvleiki, komu nøkur løtt mál herfrá. Eisini koyrdi verjan hampiligt og fekk sum oftast staðið fyri teimum reyðu úr KSI. Tá farið var til hálvleiks var støðan 15-9 til útiliðið, og tað kundi sæð út sum at hetta bert skuldi vera ein avgreiðsluspurningur.

Men soleiðis skuldi tað ikki vera! Eins og í dystinum mánadagin steðgaði spælið eitt sindur upp hjá føroyingunum eftir steðgin, og heimaliðið byrjaði spakuliga at eta seg inn aftur í dystin. Spælið hjá føroyingunum var ikki eins flótandi og skjótálopini vóru næstan eingi, og tá mótstøðuliðið samstundis byrjaði at skora í hinum endanum, so var ikki leingi áðrenn tað av álvara gjørdist spennandi. Tá 15 minuttir restaðu í var leiðslan minkað niður í 3, og 10 minuttir seinni stóð heilt á jøvnum. Føroyingarnir kendu seg eitt sindur snýttar av dómarunum nakrar ferðir, men sama gjørdi og nú var heilt opið, og dysturin kundi koppa báðar vegir. Føroyingarnir løgdu seg framum við einum, men skjótt varð javnað aftur. Tá eini 40 sekund vóru eftir fingu føroyingarnir bóltin og støðan stóð jøvn, 23-23. Teir valdu at spæla tolið og útnytta alla tíðina sum eftir var, og tá 6 sekund vóru eftir fekk KSI 2 minuttir eftir eina harða takling á Áka Egilsnes. Nú var kjansurin at sleppa undan longdari leiktíð, men tey 6 sekundini skuldu útnyttast væl. Áki fekk bóltin eftir fríkasti, fer inn móti verjuni, og finnur ein púra óvardan Runa Olsen á strikuni, og hann lat ongan iva vera og knallaði bóltin í málið beint áðrenn talvan ýldi, og føroyingarnir stórfegnaðust um víðari luttøkuna meðan heimaliðið iðraði seg eftir eitt gott comeback. Niðast í greinini sæst eitt videobrot av seinasta álopinum.

Dagsins leikari varð greitt valdur til at vera debutanturin Pætur Johansen, ið nýliga er fluttur niður eftir nógv ár sum spælskipari í StÍF, og var hann eisini toppskjútti hjá teimum bláu í kvøld, væl uppiborið!

Næsti dystur er longu í morgin (leygardagin), tá tað er derby day, 1. manslið spæla nevniliga móti Amager SK kl 13.15 í Sundbyøsterhøllini. 2. lið spælir eisini, kl 16.20 móti KFUM, so komið og stuðlið!

Málskjúttar:

Pætur Johansen 5, Karl Martin Olsen 3 (1), Ólavur av Fløtum Mittún 3, Áki Egilsnes 3,  Høgni Fríðuson Gaard 2, Niels Jákup Egholm 2, Ivan Mrdalo 2, Rune Olsen 2, Bartal Klein Olsen 2 (1).

Myndafrásøgn og video:


Bartal klárur at taka straffi


Hálvleikur
Ikki nógv pláss á bonkinum


ÍF Føroyar áskoðarar vóru fleiri støð í høllini
Gott við góðum stuðli!