Eftir ein langan summarsteðg, var endiliga aftur tíð hjá bestu liðunum hjá kvinnum og monnum hjá ÍF Føroyum at seta hol á nýtt kappingarár í ávikavist Danmarksseriuni (fyrr Kval. rækken) og 3. división. Bæði hjá kvinnum og monnum hevur sum vant verið útskifting á liðunum frá farna kappingarári, tó hevur tilgongdin verið munandi størri enn frágongdin. Hóast onkur er fluttur heim ella dottin frá, eru enn fleiri komin til og hava fleiri av dugnaligu og eyðsýndu leikarunum úr bestu deildini í Føroyum skift sínar lokalu litir út við ta bláu blusuna hjá ÍF Føroyum. Samanumtikið eru hóparnir hjá báðum kynum helst styrktir munandi, og sæst tað eisini aftur til venjing, har tað hevur verið methøg luttøka fyrstu vikurnar.
Bæði liðini skuldu leika sín fyrsta dyst á útivølli móti KSG í Frederiksberg mánakvøldið. Kvinnurnar leiktu fyrst, men ÍF Føroyar reportarin møtti tíverri ov seint til at síggja kvinnurnar spæla, so eingin frásøgn verður frá kvinnudystinum. Tó skal sigast at kvinnurnar vunnu ein greiðan 21-13 sigur, og hóast tað frættist at tær kundu spælt munandi betur, so boðar ein verja ið bert letur 13 mál inn frá góðum, og kemur kvinnuliðið heilt víst at spæla við har tað er stuttligt í kappingini í ár.
Fyrsta manslið spældu aftaná kvinnudystin, og løgdu føroyingarnir væl frá landi, og teir fóru skjótt framum 3-1 og 4-2. Heimaliðið vildi tó ikki leggja seg, og komu skjótt uppá javnt aftur 4-4, og síðani fylgdust liðini bæði heilt væl til áleið 20 minuttir vóru spældir og støðan var 9-9. Føroyingarnir vóru skjótir at renna fram í skjótálop, og fingu teir fleiri av málunum á hendan hátt. Eisini vunnu teir fleiri brotskøst sum Bartal Klein Olsen trygt setti í netið. Hinvegin var høgri bakkur hjá KSG vandamikil og skeyt fleiri mál úr frástøðu, og var hann trupul at verja fyri í byrjanini. Síðstu 10 minuttirnir í fyrsta hálvleiki eydnaðist verjuni hjá ÍF Føroyum at halda skjúttunum hjá KSG niðri og Hørður Trygvason í málinum byrjaði at taka fleiri skot, og tá hálvleiksfloytan ljóðaði, var útiliðið úr Amager á odda 15-10.
Annar hálvleikur byrjaði sum fyrri endaði, føroyingarnir stóðu stinnir í verjuni og skoraðu mál í hinum endanum, og tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki var støðan 22-11 til ÍF Føroyar, og allur spenningur í dystinum tóktist yvirstaðin. Kanska føroyingarnir hugsaðu tað sama, at nú var dysturin liðugur, tí eftir hetta steðgaði heilt upp hjá føroyingunum. Heimaliðið byrjaði aftur at fáa hol á málskjótingina, meðan ÍF Føroyar menninir byrjaðu at fáa stórar trupulleikar við at skapa kjansir og fáa bóltin í málið; sjálvt Bartal Klein Olsen, ið helst var dagsins leikari og hevði skorað 5 brotskøst í dystinum, brendi fyrstu ferð frá 7 metrum, og eitt sindur av fjáltri byrjaði at kennast á leikarunum. Tíbetur var leiðslan somikið trivalig, tí annars kundi lættliga gingið galið, og tá 3 minuttir restaðu í minkaðu KSG niður í 2 mál, 20-22. Lukkutíð megnaðu føroyingarnir at skjóta fyrsta málið í næstan 20 minuttir, og KSG kom aldrin nærri enn tey 2 málini. Endaliga støðan gjørdist 22-24 til útiliðið og síðsta bríksl kendist sum ein lætti hjá føroyingunum, sum kundu fegnast um fyrsta sigurin í árinum.
Ein góð byrjan hjá bæði kvinnum og monnum, og vónandi vera nógv slík úrslit í hesum kappingarárinum. 1. manslið spælir 2 ferðir aftrat hesa vikuna, hóskvøldið í steypakappingini móti KSI á útivølli, og fyrsta heimadystin leygardagin móti grannunum úr Amager SK. 2. manslið spælir eisini heima leygardagin, meðan kvinnurnar leika aftur komandi týskvøld á heimavølli.
Málskjúttar:
Bartal Klein Olsen 7 (5), Ólavur av Fløtum Mittún 3, Julian Olsen 2 (1), Niels Jákup Egholm 2, Ivan Mrdalo 2, Rune Olsen 2, Karl Martin Olsen 2, Høgni Fríðuson Gaard 2, Rúni Vest Højgaard 1, Bergur Ákason 1.
Nakrar myndir frá dystinum vóru tiknar, tær kunnu síggjast her: