Steypaævintýrið av á hesum sinni

Týskvøldið 28. februar skuldi 1. liðið hjá monnum aftur í eldin, tá teir á heimavølli tóku ímóti HC Odense í 5. umfarið í steypakappingini. HC Odense liggja fremst í 2. divison, og vóru sostatt greiðir favorittar, at vinna dystin.

Gjøgnum vikuna merktiskt, at menn vóru spentir til dystin. Hetta er størsti dystur, ið er spældur í longri tíð og tað sást eisini á áskoðaraplássinum, har nógv fólk vóru møtt til dyst.

Avtalað varð áðrenn dystarbyrjan, at vit skuldu standa klárir í verjuni frá byrjan og hava tol í álopinum. HC Odense dekkaðu offensivt, og fekk hetta okkum at gera nógvar tekniskar villur, ið teir straffaðu sera hart. Eftir 10 minuttir var støðan 7-2 til gestirnar. Hóast okkara komu til fleiri góðar málmøguleikar, tóku vit ov sjáldan av. Málmaðurin hjá gestunum bjargaði fleiri av okkara skotum. Málmunurin øktiskt gjøgnum allan fyrra hálvleik, og var hálvleiksstøðan 9-19 til gestirnir av fjóni.

Í hálvleikinum, vóru menn klárir yvir, at uppgávan at vinna var trupul. Tískil varð avatalað, at fara til seinna hálvleik, og gera tað so gott sum møguligt. Gongdin í seinna hálvleiki var hin sama, at HC Odense vóru omaná. Teir spældu við høgari fer og trupult var at fylgja við í verjuni. At okkara fingu 2 minuttir nakrar ferðir, hjálpti ikki uppá støðuna. Sigast skal tó at menn okkara aldrin góvust at vísa stríðsanda í verjuni og kempa fyri hvørjum máli. Støðan gjørdist 22-38 til HC Odense og er 1. mannsliðið tískil úti av steypakappingini av hesum sinni. Hesin dysturin var ikki nógv at skriva heim um, men í landskappingini er onki avgjørt enn. Enn er møguleiki at røkka 2. plássi, ið gevur møguleika at spæla um at flyta upp í 2. deild.

ÍF Føroyar vil gjarna takka mongu áskoðarunum fyri stuðilin og vóna at síggja so nógv aftur í høllini til næsta heimadyst, sum verður næsta leygardag 18. mars.

Dagsins leikari: (D)Jóni Guttesen Viderø

Eftir Rasmus Müller