Týskvøldið leiktu kvinnurnar ímóti Ledøje-Smørum á útivølli. Hetta var fyrsti dysturin ímóti Ledøje-Smørum, sum liggja nr 2 í kappingini.
Okkara kvinnur komu fínt frá byrjan. 6-0 verjan stóð ikki eins væl, hon plagar, tí valdu vit miðskeiðis fyrra hálvleik at verja 5-1, hetta riggaði betur og hinar høvdu verri við at koma til málkjansirnir. Í hinum endanum spæla vit fínt álopsspæl og koma til góðar kjansir, men brenna í so illa. Hálvleikstøðan gjørdist 14-12 til Ledøje-Smørum.
Føroysku kvinnurnar komu munandi betri út til seinna hálvleik. 5-1 verjan stóð væl, og vit skoraðu uppá okkara kjansir. Eftir eina lítla løtu høvdu vit lagt okkum á odda 14-18. Vit byrjaðu av álvara at fáa vónina aftur, men byrjaðu at gera ov nógvar tekniskar villur og brenna okkara kjansir. Tað ger tað heldur ikki lættari, tá Anna fær 3. útvísing og harvið reytt kort, tá 10 min eru eftir av dystinum. Dysturin endaði 29-22 til Ledøje-Smørum, eftir 50 javnar min har alt skræðnar seinastu 10 min.
Anna Á Steig